Skerjingin álvarsamar avleiðingar fyri fiskimannin og skip

Um ætlaðu skerjingarnar koma ígjøgnum, kunnu hesar fáa stórar avleiðinga fyri fiskimenn og flakafólk og reiðarar. Um ein línubátur missir gott 20 vanligar fiskidagar og gott 30 dagar á Føroya Banka, so missir eitt línuskip til dømis tvær milliónir krónur í sølu. Manningaparturin er eina millión krónur. So svarar tað til, at inntøkan hjá einum dekkara fer meira enn 50.000 krónur niður um árið í hýru

Útróðrarflotin

Um ein stórur útróðrarbátur missir 20 fiskidagar, so svarar tað tildømis til 800.000 kr í sølu, tvs. 40.000 krónur er sølan hvønn túr. Hýra við feriuhýru er um 3.000 krónur hvønn túr, so missir ein útróðrarmaður áleið 60.000 krónur í inntøku um árið, so ein skerjingin upp á til dømis 20% hevur víttfevndar avleiðingar fyri fiskiflotan og manningarnar og tey flakafólk, ið skulu arbeiða hendan fisk.

 

Mestsum ómøguligt at fáa dagar

Hjá Línuskipunum og útróðrarbátunum er mest sum ómøguligt at útvega sær eyka dagar, sjálvt um tað liggja óbrúktir dagar hjá minnu útróðrarbátunum. Tá hesir ikki hava fiskað 60% árið frammanundan, kunnu teir ikki selja dagar. Í línuflotanum er tørvurin eftir fiskidøgum stórur, og við vanaligum rakstri hava línuskipini eisini torført við at fíggja keyp av fiskidøgum.

 

Akademiskt tos um veiðutrýst

Sum flest øllum kunnugt eru flestu Línuskipini yvir 30 ára gomul, og er útróðrarflotin langt yvir 40 ár. Her er talan um ein gamlan flota, og er frágongdin av útróðrarbatum síðani miðskeiðis í 90’unum 45 útróðrar-bátar.

Samstundis liggur ein ørgrynna av stórum útróðarbátum við bryggju, og einstøk línuskip hava eisini ligið stóran part av árinum. Hetta verður líkasum ikki tikið við.

Vit sum dagliga tosa við fiskimenn eru nú komnir eftir, at fiskirannsóknarskipið M/S “Magnus Heinason” man vera eitt tað ófiskiligasta skipið í flotanum, og er alneyðugt at gera sum eitt nú í Noreg og hava annað skip, ið togar á somu leiðum sum havrannsóknarskipið fyri at prógva, hvussu ófiskiligir teir eru.