Skerjingar í frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu

Eg vil hervið leggja hetta uppskotið fyri býráði til støðutakan í samband við møguligar skerjingar á frítíðarskúlaøkinum.

Leiðslurnar í frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu eru gjørd varug við, at skerjingar fara fram á økinum.
Fyri at tryggja okkum, at skerjingar verða framdar soleiðis, at vit framhaldandi kunnu gera okkara námsfrøðiliga arbeiði á einum ábyrgdarfullum støði, kann hetta bert gerast soleiðis:
Okkara uppskot er:
Skerjingar í alt fyri hvørt barnið 0,5 tíma yvir 2 ár, tað vil siga at skerjingar verða 0,25 tímar pr. ár.
Hetta inniber, at 40 starvsfólkatímar fella burtur yvir 2 ár, um frítíðarskúlin er normeraður til 80 børn.
Um tit skerja soleiðis, sum vit mæla til, verður sparingin á frítíarskúlaøkinum pr. barn kr. 2.970.
Sparingin íalt fyri 523 frítíðarskúlabørn kr. 1.553.310
Sparingar fyri 2010 kr.776.655
Foreldragjald pr. barn í 10 mánaðir kr. 847

Grundgevingin fyri at skerjingar ikki mugu verða meir enn omanfyristandandi:

Námsfrøðingar rýma úr størvunum.
Bert ófaklærd starvsfólk. (ung)
Námsætlanin fellur burtur.
Børn við serligum tørvi, verða ikki hjálpt (ikki sædd)
Ábyrgdarleyst, at bert eitt starvsfólk leiðir 24 børnum frá skúla til frítíðarskúla, í ferðsluni.
Eingin tíð til fyrireiking.
Tvørfakliga arbeiðið sum er við skúlan/heimið fellur burtur.
Vit fáa ikki verið smidlig, í samband við at skúlin broytir skúlagongd.
Eingin tíð til foreldravitalur/fundir og samstarv við skúla.
Eingin tíð til starvsfólkafundir/starvsfólkamenning/skeiðvirksemi.
Millummáli dettur burtur og brúkaragjald verður álagt foreldrunum.
Ætlanir um at frítíðarskúlanir skulu hava opið, tá ið skúlin er stongdur, fellur burtur.

Klubbvirksemi
Leiðslurnar í frítíðarskúlum í Tórshavnar kommunu hava hetta uppskot um, hvussu hølini hjá frítíðarskúlum kunnu nýtast til klubbvirksemi.

Fyri børn frá 3 til 7 fl.
Opið frá kl. 17.00 - kl. 21.00.
Vit skipa tað soleiðis at tað verða 4 økir í kommununi:
Hoyvík: Hoyvíkarskúli – Løgmannabreyt – Kalbak.
Mið-/Eysturbýur: Badmintonhøllin – Miðstovnurin – K.F.U.M. – Smílibýlið.
Vesturbýur/Argir: Løkjatún – Hornabø – Drotning Ingrid.
Útjaðarin: Kollafjørður – Velbastaður – Nólsoy.
- Hvørt øki skipar seg sjálvt, hvør hevur opið og nær. Tó bert ein stovnur í senn.

Normering:
Starvsfólkatímar fyri hvørt barnið 1,5 tímar um vikuna
Leiðslutímar fyri hvørt barnið 0,2 um vikuna.
Hetta vil kosta Tórshavnar kommunu, pr. barn 15.878. kr. um árið.
Foreldragjaldið er 25%, sum gevur 536 kr. um mánaðin í 10 mánaðir.
Hølini eru tøk, uttan meirkostnað.

Grundgevingar fyri, hví vit skulu hava klubbvirksemi í Tórshavnar:?
Fyri at tryggja okkum at børn og ung í Tórshavnar kommunu fáa ment seg í einum námsfrøðiligum framhyggjandi positivum umhvørvi.
Fyribyrgjandi arbeiði fyri børn og ung, í aldrinum frá 9 til 14 ár.
Vit kunnu stuðla børnunum við skúlatingum/leksium.
Børn við serligum tørvi - og børn sum hava trong kor heima, fáa eitt námsfrøðiligt tilboð.