Skerjing verður yvir mítt politiska lík

Brandur Sandoy fer ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at siglingin hjá Smyrli og Teistanum verður skerd.

Tað hevur hann gjørt samgonguni greitt, nú Løgtingið viðgerð fíggjarkarmarnar fyri næstu árini.

Í hesum sambandi liggur í kortunum, at siglingin hjá Smyrli og Teistanum skal skerjast ein túr um vikuna fyri at spara pening.

Við teimum oljuprísum, sum eru í dag, er talan um eina sparing upp á tvær milliónir í heilt rundum tølum.

Men Brandur Sandoy, tingmaður, ger púra greitt, at tað verður yvir hansara politiska lík, at siglingin verður skerd.

Hann gjørdi greitt, at tað verður undir ongum umstøðum við hansara atkvøðu, at siglingin verður skerd.

Tí kravdi hann, at fíggjarnevndin finnur sparingina onkra aðrastaðni ella í aðrar mátar ber so í bandi, at siglingin ikki verður skerd.