Nú verður verri at vera arbeiðsleysur í Føroyum!
Tað streyma so nógvir pengar úr kassanum hjá ALS, at sum gongdin er nú, verður kassin tómur um 2-3 ár. Tí verður neyðugt at seta tiltøk at tryggja, at skipanin hevur nóg mikið at standa ímóti við, hóast gongdin í samfelagnum verður vánalig.
Leiðsla og stýrið í ALS fylgja gongdini neyvt og tað hava tey gjørt í longri tíð.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS staðfestir, a tað er rættiliga stórur munur inntøkum, skipanin hevur av inngjaldi og teimum útreiðslum, skipanin hevur av útgjaldið til arbeiðsloysis stuðul.
Hann sigur, at í fjør hevði Arbeiðsloysisskipanin eitt hall upp á 110 milliónir og í ár verður hallið yvir 150 milliónir krónur og tí mælir stýrið til, at tillagingar verða gjørdar.
Skerjingarnar, sum nú verða, er, at inngjaldið til ALS hækkar 0,25% og ætlanin er samstundis eisini at lækka hægsta útgjald úr 80% niður í 75% av inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar.
Samstundis er ætlanin at lækka hámarkið fyri útgjaldi.
Sum støðan er nú, ber í mesta lagi til at fáa 20.000 krónur í arbeiðsloysistuðuli um mánaðin, men tað verður nú lækkað niður í 17.500 krónur.
Samstundis verður bíðitíð aftur sett í gildi. Sum er, sleppa arbeiðsleys í ALS beinanvegin, men hereftir skulu tey bíða í 10 dagar.
Als sigur, at Vinnumálaráðið og ALS fara nú undir at viðgera málið neyvari.
Summar av broytingunum skulu samtykkjast í Løgtinginum, men ALS sigur, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er kunnaður um broytingarnar, og hann tekur undir við, at neyðugar broytingar verða framdar.
Broytingarnar fara væntandi at bøta úrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini einar 70 og 80 milliónir krónur næsta ár.
Í gjár vóru 1717 arbeiðsleys í Føroyum. Tað svarar til eitt arbeiðsloysi upp á eini 6%-7% og hvussu støðan verður í ALS frameftir, veldst sjálvandi alt um, hvønn veg tey tølini fara.










