Tað er nógv sum talar fyri, at ferðaætlanin hjá Smyrli fer at verða skerd fyrst í næsta árið og tríggjar mánaðir fram.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, mælir Strandferðslan til, at skerja túratalið ein túr um vikuna í januar, februar og í mars. Tað verður ferðaætlanin mikudag, sum verður skerd og hesar dagarnar skal Smyril sostatt sigla sum týsdag.
Enn er politisk avgerð ikki tikin um hetta, men Strandferðslan sigur, at hesar tríggjar mánaðirnar er munandi minni at føra av farmi og ferðafólktali. Samstundis kann arbeiðstíðin hjá manningini mangan verða drúgv tí at Smyril má sigla vestan fyri Sandoynna fyri veður, og tá verður hvør túrur ein hálvan tíma drúgvari.
– Fyri ikki at bróta altjóða reglurnar um hvílitíðir, kann avleiðingin verða, at Smyril má avlýsa túrar sum best ber til, tí at hvíldin má vinnast inn aftur dagin eftir. Ein onnur fylgja er, at lítil ella eingin tíð er eftir til viðlíkald. Annars er ætlanin ikki at skerja ferðaætlanina hjá øðrum skipum hjá Strandferðsluni.