Skerdur stuðul hóttir bókaforløg

Týðandi og virkin bókaforløg í Føroyum eru nú mest sum givin at geva bøkur út. Stuðulin til bókaútgávu er minkaður so nógv, at hvørja ferð ein bók kemur út, legst afturat skuldini hjá forløgunum. Í fjør minkaði talið á føroyskum útgávum við næstan einum triðingi, og útlitini eru vánalig

Føroysk bókaútgáva er í kreppu.
Fleiri av teimum smáu forløgunum, sum hava givið nógvar bøkur út seinnu árini, eru mest sum givin við sínum virksemi.
Tey hava rent seg fast fíggjarliga, tí stuðulin til útgávu av bókum er nógv minkaður, síðani Mentanargrunnur Landsins fór at virka í 2000. Í fjør komu um 50 bøkur færri út enn í fyrraárið.
? Vit forkoma ómetaliga nógvum við smáligheit. Tað er ein spurningur um nakrar hundrað túsund krónur afturat, sum kunnu gera allan munin. Stuðulin, sum verður latin til bøkur, er vorðin so lítil, at hann er burturspiltir pengar, sigur Jonhard Mikkelsen. Hann rekur forlagið Sprotan, sum hevur verið sera virkið seinastu árini.
Elsta forlagið í Føroyum, Mentanargrunnur Studentafelagsins, er í somu støðu sum Sprotin.
? Vit hava lagt stilt og kemur eingin broyting í, kemur bara onkur hendinga bók frá okkum framyvir, sigur Jógvan Isaksen, sum er formaður í nevndini.
Eisini forløgini Stiðin og Fannir eru í somu truplu støðuni, og samanlagt er talan um smá forløg, sum hava givið nógvar bøkur út gjøgnum árini.
Nú liggja øll hesi forløgini meira ella minni lamin, og tey geva nógv skerda stuðlinum skyldina fyri støðuna. Stuðulin er minkaður niður í nakrar fáar túsund krónur fyri hvørja bók, og tað er ov lítið.
Helvtin fer til starvslønir
Mentanargrunnur Landsins er nýggjur grunnur, sum í mai mánaði í 2000 tók yvir skyldurnar hjá Mentanargrunni Føroya Løgtings, sum hevði virkað frá 1946.
Endamálið hjá Mentanargrunni Landsins er tað sama, sum tað var hjá gamla grunninum, at stuðla føroyskari mentan í breiðastu merking.
Tá táverandi landsstýrismaðurin við mentamálum, Tórbjørn Jacobsen, í september mánaði í 2000 gjørdi eina kunngerð fyri virksemið hjá Mentanargrunninum, skapti hann møguleikan fyri, at grunnurin kundi lata upp til helvtina av síni játtan til nýggjar starvslønir.
Hesar starvslønir verða latnar listarfólkum ella øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, til arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið ? upp til trý ár á rað.
Tað var latið upp í hendurnar á nevndini fyri grunnin at gera av, hvussu nógvir pengar skulu brúkast til starvslønir, og hvussu nógv skal brúkast til stuðul av fløgum, bókum, tiltøkum, ferðum og annað.
Nevndin fyri Mentanargrunnin hevur gjørt av, at møguleikin fyri at lata starvslønir skal nýtast til fulnar, og grunnurin brúkti í fjør helvtina av sínum pengum til starvslønir, og tað ætlar nevndin at halda fram við.
? Starvslønirnar hava verið nakað, sum rithøvundar og listarfólk hava bíðað eftir í nógv ár. Tað hevur verið eitt sera sterkt ynski frá teimum at fáa hesar starvslønir, og tí vilja vit nýta hendan møguleika til fulnar, sigur Rói Patursson, sum er formaður fyri nevndina í Mentanargrunninum.
? Vit vita frá okkara grannalondum, at starvslønir av hesum slagi hava nógv gott við sær, og tí vilja vit eisini brúka pengar til hetta, sigur hann.
Pengar mangla í
Myndugleikarnar settu sær við nýggja grunninum sum mál, at játtanin, sum var 2,5 milliónir krónur, við tíðini skuldi vaksa upp í 15 milliónir. Í fjør vaks játtanin við hálvari millión, men í ár stendur játtanin í stað og er tríggjar milliónir krónur.
Hetta ger, at tá nevndin fyri Mentanargrunnin ger av, at helvtin av pengunum skal latast rithøvundum, listarfólki og øðrum, sum fáast við eitthvørt mentanarligt arbeiði, verður minni til millum annað tey, sum geva bøkur út.
Samstundis sum stuðulskrónurnar til bøkur, fløgur, ferðir, konsertir og onnur tiltøk eru minkaðar, er talið á umsóknum munandi vaksið, og tað ger støðuna hjá Mentanargrunninum enn truplari. Í fjør fekk grunnurin 246 umsóknir um stuðul.
? Tað er í fínasta lagi, at rithøvundar og listarfólk kunnu fáa starvslønir, tað fegnist eg um. Men trupulleikin er, at Mentanargrunnurin ikki fær nóg mikið av pengum at arbeiða við, og tí er stuðulin til bøkur minkaður niður í lítið og lætt seinastu tvey árini, sigur Jonhard Mikkelsen, sum rekur Sprotan.
Jógvan Isaksen, formaður fyri Mentunargrunn Studentafelagsins, tekur undir við hesum sjónarmiði.
? Tað ljóðaði so gott, tá tað varð boðað frá, at nú kundu mentafólk fáa starvslønir, og tað er eisini fínt. Trupulleikin er bara, at pengarnir til hesar starvslønir eru tiknar frá millum annað bókaútgávunum, tí nóg mikið av pengum fylgdu ikki við nýggju skyldunum hjá Mentanargrunninum, sigur Jógvan Isaksen.
At færri krónur nú verða latnar til útgávur av bókum hevur havt álvarsligar avleiðingar við sær. Í 2001 komu stívliga 120 bøkur út, men tað vóru næstan 50 bøkur færri enn í fyrraárið, tá talið var 170.
Talið á bókaútgávum í Føroyum gongur upp og niður, men tey, sum hava fáast við bókaútgávu, halda, at talið ikki kemur uppaftur við verandi stuðli
Álvarsamar avleiðingar
Støðan hjá higartil sera virknað forlagnum Sprotanum er sera trupul.
? Vit steðgaðu í oktober fimm bókum, sum vit ætlaðu at geva út áðrenn jól, tí vit kláraðu ikki at fáa tær út. Stuðulin til útgávur er nú so lítil, at tað ber ikki longur til at geva bøkur út, sigur Jonhard Mikkelsen, sum rekur Sprotan. Forlagið gevur millum annað týddar bøkur út á føroyskum.
? Í krónum og oyrum er talan um lítlar upphæddir, sum gera allan munin. Fyrr bar til at geva týddar bøkur út uttan hall, men tað ber ikki til longur. Hvørja ferð vit geva eina bók út, so økja vit bara um okkara skuld, og tað kunnu vit ikki liva við, sigur Jonhard Mikkelsen.
? Føroyski bókamarknaðurin er so lítil, at tað loysir seg í flestum førum ikki at geva bøkur út, men høvdu vit fingið eitt sindur av stuðli, hevði tað latið seg gjørt. Spurningurin er, um myndugleikarnir við sínum mentanarpolitikki vilja forða fyri, at vit fáa útlendskar bókmentir týddar til føroyskt. Tað er sera fátæksligt, um vit ikki vilja tað, men soleiðis er støðan nú.
Jonhard Mikkelsen heldur, at forløg sum Sprotin, Stiðin, Fannir og Mentunargrunnur Studentafelagsins hava latið eitt stórt íkast til føroyska bókamarknaðin ? bæði í vavi og dygd ? og at tað fær avleiðingar fyri bókamarknaðin, um hesi forløg gevast við sínum virksemi.
? Tað eru ikki allar súður syftar enn, og vit hava ikki fullkomiliga givið upp, men vit ætla okkum ikki í gongd aftur, fyrr enn tað ber til at fáa meira av stuðli til bókaútgávur, sigur Jonhard Mikkelsen.
Alneyðugt við nakað av stuðli
Mentanargrunnur Studentafelagsins gav í fjør nakrar fáar bøkur út, og verða størri upphæddir ikki latnar í stuðli framyvir, so fer forlagið at gera lítið um seg.
? Vit kunnu ikki halda fram, tí hvørja ferð vit geva eina bók út, so veksur hallið hjá okkum bara. Tað er ein viðbrekin balansa ímillum, um tað ber til ella ikki. Tað hevur borið til at givið bøkur út uttan at missa pengar, men nú er stuðulin minkaður so nógv, at tað ber ikki til longur, sigur Jógvan Isaksen, formaður fyri forlagið.
? Tað skal púra einki til fyri at gera allan munin. Nakrar hundrað túsund krónur afturat, so kundu tey smáu forløgini hildið fram við at givið bøkur út. Endamálið er als ikki at vinna pengar upp á útgávuna, men tað gongur ikki, at tú fært størri og størri skuld, so hvørt sum tú gevur okkurt út.
Teir, sum standa fyri forløgunum, halda, at tað er ein spurningur, um føroyingar vilja hava føroyskar og týddar bøkur, hóast hesar ikki bera seg í søluni.
? Tað ber ikki til at dúva upp á søluna, tí vit hava so lítlan bókamarknað, men vit eitt sindur av stuðli kundu vit bygt upp ein marknað. Men tað vilja myndugleikar eftir øllum at døma ikki, og tað hevur skapt eina álvarsama støðu, heldur Jonhard Mikkelsen.
Zakarias Wang, sum rekur forlagið Stiðan, heldur, at almennu Føroyar mugu gera upp við seg, um tað vil hava bókmentir á føroyskum
? Tú vinnur ongar pengar av at gera bøkur út, men tá tú bara fært hall av tí, so kann tað ikki halda fram. Vit góvu onga bók út í fjør, men vit hava fleiri verk liggjandi klár. Vit hætta okkum tó ikki undir at geva hesi út, soleiðis sum støðan er vorðin, sigur Zakarias Wang.
Bókmentir ongan forrætt
At nevndin fyri Mentanargrunn Landsins hevur gjørt av, at helvtin av pengunum, sum grunnurin hevur at ráða yvir, skal brúkast til starvslønir, hevur tað við sær, at nógv færri pengar eru til onnur, sum fáast við mentanarligt virksemi.
? Tað er óheppið, um hetta gongur út yvir bókaútgávurnar, men vit skulu ansa eftir, at vit ikki gera tað ov dramatiskt. Tá stuðulin minkar, so vilja fólk gera vart við seg. Tað, eg veit um, eru allar tær bøkurnar komnar út, sum Mentanargrunnurin hevur latið stuðul til, sigur Rói Patursson, sum er formaður fyri nevndina í Mentanargrunninum.
? Endamálsorðingin fyri Mentanargrunnin er sera breitt orðað, og tí er tað upp til nevndina at prioritera, hvat stuðulin skal brúkast til. Vit halda, at starvslønirnir kunnu hava so nógv gott við sær, at vit vilja lata pengar til hetta.
Tá nevndin fyri Mentanargrunnin tók við, fekk hon lyfti um, at játtanin til grunnin skuldi hækkast munandi, men tað er ikki so nógv hent við hesum. Ein hálv millión er komin afturat, hóast gylta málið var ein vøkstur upp á 12 milliónir við tíðini.
Men hóast Mentanargrunnurin fær eina hálva millión afturat, so er tað ikki vist, at tað fer at hava við sær fleiri pengar við sær til bókaútgávur.
? Tað eru so nógv góð og áhugaverd hugskot innan mentanarlívið í Føroyum, at tað er als ikki vist, at bókaforløgini fáa meira pengar, fyri tað um Mentanargrunnurin fær hægri játtan, sigur Rói Patursson.
Landsstýrismaðurin kann einki gera
Hóast eitt politiskt lyfti varð givið um, at Mentanargrunnurin Landsins skuldi fáa støðugt hægri játtan at arbeiða við, so er bara ein hálv millión komin afturat seinastu tvey árini.
? Mentanargrunnurin skal gerast til slagskipið í føroyskari mentan, og vit høvdu gjarna viljað hækkað játtanina fyri 2002 eisini, men tað bar ikki til, tí vit høvdu eisini nógv annað at brúka pengar til, sigur Óli Holm, sum er landsstýrismaður við mentamálum.
Heldur tú, at nevndin fyri Mentanargrunnin prioriterar rætt, tá hon letur helvtin av pengunum til starvslønir, so bókaútgávur líða undir hesum?
? Eg geri ikki av, hvussu pengarnir verða brúktir. Politikkurin er, at vit lata pengarnar, og so ger nevndin fyri Mentanargrunnin suverent av, hvussu pengarnir verða brúktir. Soleiðis er tað, og soleiðis verður tað, sigur Óli Holm.
? Tað ljóðar álvarsamt, um fleiri av forløgunum gevast at geva bøkur út, tí tey hava havt stóran týdning fyri føroyskar bókmentir. Endamálið við okkara politikki er als ikki, at bókmentir skulu verða við skerdan lut, sigur Óli Holm, men hann noktar fyri, at tað kann koma upp á tal, at Mentanargrunnurin fær meira pengar at arbeiða við í hesum árinum.
? Tað verður einki broytt í ár, men málið hjá okkum er at vaksa støðugt um upphæddina, sum Mentanargrunnurin kann lata mentanarlívinum, sigur landsstýrismaðurin.
Umstøðurnar hjá bókaforløgunum fara tí ikki at broytast í hesum árinum. Nevndin fyri Mentanargrunnin fer framvegis at lata helvtina av sínum pengum til starvslønir, og játtanin til grunnin verður ikki hækkað í hesum árinum.
Tí verður avleiðingin tann, at forløg sum Sprotin, Stiðin og Mentanargrunnur Studentafelagsins leggja stilt og bara geva onkra hendinga bók út.
Og tað fer at hava avleiðingar fyri úrvalið av føroyskum bókum framyvir!


??????????????????????????
Tvey almenn forløg

Tvey almenn forløg hava á hvørjum ári einar seks milliónir krónur at arbeiða við umframt tað, sum Mentanargrunnurin kann lata føroyskum mentanarlívi.
Talan er um Skúlabókagrunnin og Bókadeild Føroya Lærarafelags, men hesi hava skyldur til at geva ávíst slag av bøkum út. Fyrst og fremst til børn og til skúlabrúks.