HM-endaspælið í Russlandi byrjar í dag, og sum siðvenja er, so er tað vertslandið, ið spælir fyrsta dystin í kappingini. Tað verður kl.16.00 í dag, at vertslandið Russland tekur ímóti Saudi Arabia á Luzhniki Stadium í Moskva.
Bólkur A
Russland – Saudi Arabia
Luzhniki Stadium, kl.16.00
Dómari: Nestor Pitana (Argentina)
Russland
Tað eru ikki tær heilt stóru vónirnar, sum Russland hevur gjørt sær til HM-endaspælið, har teir í stóran mun mangla kreativitet í álopspartinum. Eisini eru teir darvaðir av skaðum. Í verjupartinum mangla Kambolov, Vasin og Dzhikiya, og í álopspartinum mangla teir ein av stuðulsleikarunum á liðnum, Aleksandr Kokorin. Russland hevur spælt tveir venjingardystir fram undir HM, og har bleiv tað til 1-0-tap fyri Eysturríki og 1-1-javnleik ímóti Finnlandi. At Russland hevur heimavøll og hevur fingið eitt yvirkomiligt lutakast er við til at betra um útlitini, og ein fortreyt fyri einari rímiligari kapping er at teir greiða setningin og koma væl frá landi við einum sigri á Saudi Arabia í dag. Tað eru ábendingar um, at Russland ætlar sær at spenna álopsbogan í dag í royndini at lirka arabisku verjuna upp og fáa kravsigurin.
Saudi Arabia
Tað hevur verið rumbul við venjarunum hjá Saudi Arabia, sum er við aftur í HM fyri fyrstu ferð síðani 2006. Eftir undankappingina fekk Bert van Marwijk sekkin, men avloysarin, Edgardo Bauza, fekk einans tveir mánaðir í sessinum áðrenn núverandi venjarin, Juan Antonio Pizzi, tók við. Hann hevur áður havt góð úrslit við Kili, men tað verður trupult at røkka teimum stóru úrslitunum við Saudi Arabia, sum er spátt at vera eitt av teimum veikastu londunum í HM. Helst fer Saudi Arabia at hava eitt verjukent útgangsstøði og at dúva upp á umstillingar, sum kunnu vera eitt gott vápn ímóti eitt nú tí ikki so kviku russisku verjuni í dag.
Metingar
Sannlíkindini mett eftir miðaloddsunum hjá veddingarfyritøkunum:
Russland: 66%
Javnleikur: 23%
Saudi Arabia: 11%
Sjónvarp
Nakrar av sjónvarpsrásunum, ið vísa dystin:
KVF, TV2, NRK1, SVT1 (fyrra hálvleik), SVT2 (seinna hálvleik), ITV, Fox