Hondbóltur
Stóri spurningurin, sum varð settur undan dystinum sunnudagin, var, hvussu nógv VB var vert, nú Daiva Toumaite ikki var við. Tað er so eingin sum helst ivi um, at langlimaði litavin hevur verið týdningarmesti grundstuðulin hjá VB seinastu kappingarárini, og tí var reyða kortið, sum hon fekk seinast, eitt álvarsligt skot fyri bógvin hjá VB.
Tað stóð eisini hampuliga skjótt greitt, at uttan stórskjúttan var VB so heilt avgjørt til at tosa við hjá Neistanum. Eisini hóast tær bláu innan tvær vikur hava sagt farvæl við bæði Ásu á Neystabø og Anniku Ljósstein.
Tað gjørdi heldur ikki støðuna hjá VB betri, at Asta Armonavitute als ikki tykist vera komin seg heilt eftir heilaskjálvtan, sum hon fekk fyri viku síðani. Stinni málverjin var ikki nógv meira enn ein skuggi av sær sjálvari hesaferð, og tá VB so eisini misti Rannvá Augustinussen miðskeiðis í fyrra hálvleiki, var ikki nógv eftir á liðnum. Tað merkti, at álitið í stóran mun varð plaserað á hálvskaddu Marynu Zylko og Christinu Holm, og tað var ikki nóg mikið. Heldur ikki hóast fleiri av spælarunum hjá VB avgjørt longu hava prógvað, at tær eisini koma at hava eitt orð at siga í føroyskum kvinnuhondbólti framyvir.
Og so kundi Neistin av álvara rulla seg út. Hóast tær ikki hava vunnið nakað meistaraheitið í skjótt nógv ár, so er Neistin í mangar mátar framvegis sterkasta kvinnuliðið í landinum. Ikki minst, tí føroyska breiddin á liðnum er somikið stór. Tí merkti fráveran hjá teimum ikki liðið eins nógv, sum tað ger hjá so nógvum øðrum, og so hava teir nú eisini fingið tann eyka trumfin, sum Katrin á Neystabø eigur at verða.
Enn er Katrin kanska ikki í fullgóðari venjing, og eftir at hava verið uttanlands í nøkur ár, skal hon sjálvsagt integrerast á liðið aftur. Men bara skotstyrkin í sjálvum sær eigur avgjørt at vera eitt gott vápn hjá Neistanum, sum nú av álvara tykist vera til reiðar at seta endaspurtin inn.
Men tað verður so ikki uttan kapping. Stjørnan hevur í ár víst seg sum sterkan favoritt, hóast heldur ikki tær eru ásærligar. Og VB skal so heldur ikki avskrivast heilt. Tað veldst tó í stóran mun um, hvussu snikkaleysar suðuroyarkvinnurnar sleppa undan skaðum, tá veruliga avgerandi dystirnir standa fyri framman. Sum er, so er hópurin somikið smalur, at hvør tann einasta frávera merkist.
Tann trupulleikin hava Neistin og Stjørnan ikki í eins stóran mun, og sunnudagin var hetta í øllum førum væl og virðiliga avgerandi fyri útfallið av dystinum.
Fakta um dystin
Neistin-VB 35-17 (18-9)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 11, Annika Thomsen 8(1), Unn Kragesteen 6, Katrin á Neystabø 4, Mildrið Jacobsen 2, Mia Káradóttir 2, Anna Clementsen 2
VB: Laila Jespersen 4, Christina Holm 4, Maryna Zylko 4(1), Sára Samuelsen 2, Svava Vestergaard 2, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Neistin 3, VB 1
Útvísingar: Neistin 2, VB 2
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen. Tóktust ikki altíð eins avgjørdir.










