Skerda KÍ liðið stóð seg væl

Spælarametingar: Hóast profilar sótu uttanfyri, var talan um gott KÍ avrik í kvøld

KÍ og Víkingur hava í kvøld spælt 1-1 javnleik við Djúpumýru í Klaksvik á Summarfestivalinum. Úrslitið er væl brúkiligt fyri bæði liðini, sum bæði stríðast í oddinum av føroyskum fótbólti.

 

Undan dystinum var stórur spenningur hvussu KÍ fór at standa seg, nú fleiri leikarar manglaðu á liðnum – harímillum profilar sum Hørður Askham, Páll A. Klettskarð og Semir Hadzibulic. Men skerda KÍ liðið stóð seg væl.

 

Í spælarametingunum sum síggjast niðri undir, er eingin leikari sum avrikaði undir miðal. Tað gjørdi heldur eingin Víkinga leikari, og sum heild var talan um serstakliga tættan og intensan fótbóltsdyst.

 

Spælarametingar:

Kristian Joensen 5: Fekk ikki tí bestu byrjanina uppá dystin og tóktist ótryggur undir fyrstu innleggunum og hornaspørkunum, men spældi seg upp undir dystinum. Tó vóru sera fáir upplagdir málmøguleikar.

 

Jonas F Rasmussen 6: Stýrir væl á KÍ liðnum og var avgerandi í dag, tá fleiri aðrir profilar sótu uttanfyri. Harumframt átti hann uppleggið til 1-1 málið eisini.

 

Ahmed Mujdragic 5: Spældi við stórari masku um andlitið, men tað tóktist ikki nerva serban. Stóð saman við restini av KÍ verjuni væl.

 

Ólavur Niclasen 5: Er ein leikari, ið er í eini rúkandi menning, og tað sæst aftur á avrikunum. Spældi ein góðan dyst, har hann nú var brúktur á positiónini, har hann sum oftast stendur seg best í. Hevur áður spælt á høgra bakki, har hann ikki kennir seg líka væl heima.

 

Jóannes K. Danielsen 5: Fekk møguleikan frá byrjan fyri fyrstu ferð við Margáir fyri viku síðani og fekk afturval hesaferð. Arbeiddi væl og stóð seg sum heild væl.

 

Jákup B. Andreasen 6: Ein av mest eyðsýndu leikarunum á liðnum hjá KÍ í kvøld. Skuldi taka ábyrgd nú vanligi makkarin, Semir Hadzibulic, sat uttanfyri, og traðkaði í karakter. Skoraði útjavnandi málið og vann sum heild nógvar nærdystir á miðvøllinum.

 

Tórur Justesen 5: Arbeiddi væl allan dystin á tamb og vann eisini nógvar nærdystir, eins og Jákup B. Andreasen. Var tó ikki líka eyðsýndur í framrættaða spælinum sum hin miðvallarin.

 

Ísak Simonsen 5: Kom í fleiri góðar støður í vinstru síðu í fyrra hálvleiki frameftir vøllinum, og var sum heild tryggur á bóltinum. 

 

Hjalgrím Elttør 5: Royndi miðvallarin var við í nógvum góðum støðum frameftir vøllinum í fyrra hálvleiki og arbeiddi sum heild væl. Sæst tó at hann ikki er eins og avgerandi sum hann hevur verið fyrr.

 

Jóannes Bjartalíð 5: Var ikki so eyðsýndur sum onkuntíð áður, men átti tó avgerandi lut í málinum hjá KÍ. Helt væl uppá bóltin, áðrenn hann spældi hann til Jonas F. Rasmussen, sum smekkaði innleggið í pannuna hjá Jákupi B. Andreasen.

 

Albert Adu 7: Kanska besti leikarin á liðnum hjá KÍ. Var tann á liðnum sum skapti tær flestu skapandi støðurnar og royndi seg nakrar ferðir við skotum. Sær út til veruliga at hava funnið seg til rættis á KÍ liðnum.