Skerd svimjistevna á Toftum

Fríggjakvøldið og leygardagin skipaði svimjifelagið FLOT fyri árligu
svimjistevnuni á Toftum.

Veðrið var sum kunnugt vánaligt, og hetta hevði við sær at einans
eysturoyarfeløgini og HS hættaðu sær at møta við teimum yngstu,
fríggjakvøldi. Ægir kom afturat leygarmorgunin, mean VS fyrst møtti
eftir døgverða leygardag, við einans trimum svimjarum.

Stevnan gekk tó væl, og var úrslitið hetta:

Bólkur 1, svimjarar føddir í 1996 og seinni (sum var bólkurin ið svam
fríggjakvøldið)
 
 - 1) Reki: 10 gull, 7 silvur, 5 bronsu
 - 2) FLOT: 2 gull, 2 silvur, 1 bronsu
 - 3) FS: 2 silvur, 5 bronsu
 
Bólkur 2, svimjarar føddir í 1994-1995 (leygarmorgunin)

- 1) FS: 5 gull, 5 silvur, 3 bronsu
- 2) Reki: 5 gull, 4 silvur, 3 bronsu
- 3) FLOT: 2 gull, 1 silvur, 5 bronsu
Bólkur 3, svimjarar føddir í 1992-1993 (leygardagin)
 
- 1) HS: 10 gull, 2 silvur, 2 bronsu
- 2) Ægir: 2 gull, 1 silvur, 3 bronsu
- 3) Skeggjar: 1 gull, 1 silvur, 3 bronsu
 
Samlaða heiðursmerkjabýtið varð:

- 1) Reki: 15 gull, 11 silvur, 8 bronsu
- 2) FS: 5 gull, 7 silvur, 9 bronsu
- 3) FLOT: 4 gull, 7 silvur, 9 bronsu
- 4) Ægir: 1 gull, 4 silvur, 1 bronsu
- 5) Skeggjar: 1 gull, 2 silvur, 3 bronsu
- 6) VS: 2 silvur, 2 bronsu
 
Nú er svimjiárið farið at halla, og næsta stevna er tí eisini tann
seinasta hjá teimum yngstu svimjarunum, tá ið teir um mánaðarskiftið
apríl/mai fara at kappast um smáunglinga-meistaraheitini. Bólkur 3
kann tó eisini luttaka á HS-stevnu 2. og 3. apríl, áðrenn
unglinga-meistarakappingina í apríl.