Skera upp við frásøgn

Tá tað hevur borið til, hevur Grindamannafelagið havt fastan tátt á Sjómannadegnum, har tey hava víst, hvussu hvalir verða skornir upp. Seinastu tíðina eru fleiri grindir hildnar til í Føroyum, og Sjómannadagurin fekk skjótt fatur á einum hvali frá grindini, sum varð hildin til í Viðvík á Viðoynni í seinasta mánaði.

Meðan skorið verður upp, greiðír frásøgumaður – á føroyskum og enskum – frá, hvussu farið verður fram.