Skemt
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Tann skemtiligi fótbóltsdysturin, sum Lion Club Klaksvík skipar fyri, er vorðin eitt afturvendandi tiltak í sambandi við Norðoyastevnuna.
Og árið í ár verður einki undantak í so máta.
Í kvøld, týskvøld, klokkan 20.00 verður aftur dystur leiktur á vøllinum í Klaksvík.
Dysturin í ár verður millum Norðoya Røktarheim, Klaksvíkar Sjúkrahús og P/F Kósin.
Dómari verður kendi skemtarin Mogens Højsted.
Sum nakað nýtt verður í hálvleikinum ein togtogan millum áhoyrarnar á skránni.
Áðrenn dystin verður skipað fyri skrúðgongu, og byrjar hon í sjúkrahúsgarðinum klokkan 19.30.
Stórur áhugi plagar at verða fyri hesum tiltakinum, og somuleiðis verður uttan iva eisini í ár. Á henda hátt kunnu norðoyingar eins og tjóvstarta Norðoyastevnuna, sum jú byrjar komandi fríggjadag.
Kostnaðurin fyri vaksin er 20 krónur. Undir dystinum verða lutaseðlar seldir, og fer allur peningurin óskerdur inn til vælgerandi endamál.