Skemtiligar kappingar í Hósvík

Hóskvøldið skipa feløgini aftanfyri Sundalagsstevnu fyri einum skemtiligum tiltaki í Hósvík.

Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagið Varðin bjóða øllum teimum vaksnu - 18 ár og eldri - yvir á vøllin hóskvøldið 12. juni klokkan 19.

 

Hetta er líka sum upphiting til Sundalagsstevnu, sum verður í Hósvík næstu vikuskiftið.

 

- Vit fara at hava nakrar stuttligar kappingar hetta kvøldið, eitt nú posarenning, brotssparkskapping, togtogan og appelsinrenning.

 

Feløgini vísa á, at fólk avgera sjálvi, hvussu liðini verða mannað til hesar stuttligu kappingar, eitt nú systkin, bindiklubbar, vinfólk ella arbeiðsfelagar.

 

Einasta krav er, at seks fólk skulu verða á hvørjum liði. 

 

- Vit vóna, at undirtøkan verður góð til hetta hugnaliga tiltak, siga feløgini, sum eisini standa aftanfyri Sundalagsstevnu í Hósvík í ár.