Skemtilig video við Jógvan og Fríðrik Ómar

– og Jólabryggj frá Føroya Bjór

 

– Vit høvdu ikki væntað at hetta fór at verða ein so stór sukssé

 

Tað sigur Jógvan Hansen, sum eigur verthúsið Grøna Herbergið í Reykjavík.

 

– Friðrik Ómar og eg tosaðu um at gera nakað fyri at marknaðarføra vælsmakkandi Jólabryggið frá Føroya Bjór, og upp á onga tíð hevði Fríðrik gjørt ein skemtiligan tekst, so var bara at taka upp og leggja lagið út á faacebookvangan hjá Græna herberginum, sigur Jógvan Hansen.

 

Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar eiga í felag barr/cafe'ina Græna herbergið, sum liggur í hjartanum á Reykjavík. Teir teljast millum best umtóktu tónleikarar í Íslandi. Jógvan er føroyingur og vildi sjálvandi, tá teir lótu upp Grøna herbergið, hava Føroya Bjór at bjóða viðskiftafólkunum.

 

Føroya Bjór eg eitt kent brand í Íslandi. Nú tá Jólabryggið er komið á marknaðin, gjørdi Jógvan og Fríðrik Ómar umrødda videolagið, og ikki kann sigast annað enn, at videolagið er vælumtókt á facebook. Á profilinum hjá Grøna herbeginum er tað víst út við 70.000 ferðir og á Føroya Bjór profilinum yvir 23.000 ferðir, og nógvar stuttligar viðmerkingar eru eisini at lesa á facebookvangunum.

 

Føroya Bjór sendi í síðstu viku Jólabryggj á fati til Gørna Herbergið, men eftirspurningurin er so stórur, at Føroya Bjór mátti senda fleiri kaggar afturat – enntá sum flogfrakt.

 

– Vit fáa jólabryggj til Reykjavíkar við luftbrúgv, og tað er sera stuttlig søga at fortelja, sigur Jógvan Hansen at enda.

 

Græma herbergið er á Lækjargøtu 6a í Reykjavík.

 

 

Videolagið kann síggjast her: www.facebook.com/bjor.fo/