Jógvan á Lakjuni, landstýrismaður við Mentamálum, rakti seymin á høvdið, tá ið hann hósdagin opnaði listaframsýningina hjá Jensinu Olsen í forhøllini í
Mentamálaráðnum.
- Tað, sum eyðkennir Jensinu er humor, oftast ger hon stuttligar formar og litirnir eru skemtiliga samansettir.
Kanska skuldi Jógvan á Lakjuni lagt orðið frískt afturat, so hevði ein veruliga skilt, hvør Jensina er, og hvat fyri list hon stendur fyri. Tí frísk, tað er hon avgjørt, tá ið hon kemur stórleypandi inn gjøgnum dyrnar, beint áðrennn listaframsýningin skal fara í gongd.
- Bíða, bíða, eg havi ikki tíð at tosa beint nú. Eg má fara at skriva tøl á verkini, tí annars veit ongin, hvat tey kosta, sigur Jensina.
Og so tá ið gestirnir, ið eru rættiliga nógvir í tali, eru komnir inn um dyrnar, avgerð Jensina brádliga, at har manglar eitt verk í, so hon fer í holtur við at hanga upp.
- So skal ongin koma at siga, at ikki máli landslag og fjøll, sigur Jensina stór flemmandi.
Jú, undirritaða má bara ásannað at málningurin líkist einum fjalli, og tó fjallið er krunkasvart.
Fallos ímyndin
Íblásturin til hesa framsýning sigur Jensina, er nakað so einkult, sum tá ið nakað hittist. Hon greiðir víðari frá, at hon hevur valt hetta evnið, tí tá ið tvey ting hittast, so kann tað útloysa eitt triðja innan í okkum, sum ikki sæst.
Og tað er ikki sørt, at bæði undirritaða og myndamaðurin hjá Sosialinum, ikki kunnu lata verða við, at seta hetta í samband við, tá ið eitt nýtt lív verður til og alt hetta inniber. Tí nógv av verkunum líkjast veruliga fallos
ímyndum í okkara eygum. Eisini gongur eggið fleiri ferðir aftur í framsýningi, og tað fær jú eisini tankarnar í gongd handanvegin.
- Oy Jesus, fallos ímynd. Tað hevði eg ikki í huga, tá ið eg gjørdi hetta, sigur Jensina, og peikar á eina tekning, ið í eygunum hjá undirritaðu ikki kann verða nakað annað enn ein fallos ímynd.
- Eg hugsaði meira um longsul, tá ið eg teknaði hetta. Men ongin kann døma um, hvat fyri meining ein fær, tá ið ein sær eitt listaverk av fyrstan tíð. Tað er tað sum er so gott og hugtakandi við listini. So tað er í fínasta ordan, at tú sær fallos, og eg síggi longsul.
Fæst eisini við tónleikin
Jensina er ein roynd listakvinna. Fyrstu ferð hon sýndi fram var á Ólavsøku í 1999, og hon hevur síðani verið við á Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum á hvørjum ári. Annars hevur hon verið við á Várframsýningini í
Listaskálanum, og hon hevur eisini havt framsýningar í Keypmannahavn.
Umframt listaframsýningar, so fæst Jensina eisini við tónleikin.
- Eg havi millum annað verið við til at gjørt barnafløgur sum t.d. Grísa Flísa Pætur, sigur Jensina ikki sørt errin.
Kanska onkur eisini kennir Jensinu aftur frá Flatt av Flatlondum, tá ið hon segði tey nú víðagitnu orðini, Eru tit frá Føroyar?
Jensina Olsen er 34 ár, og hevur nomið sær útbúgving innan myndlist á Billedskolen í Keypmannahavn.
Myndatekstur: Hetta er bert ein av teimum litríku verkunum, ið síggjast kunnu í Mentamálaráðnum í hesum døgnum, nú Jensina Olsen hevur listaframsýning har
Mynd: Jens Kr Vang