Lena Andersen, Henrik Old, Tróndur Vatnhamar, Sjúrður Skaale og Súsanna Skaale. Hvat hava hesi til felags? Tey luttaka øll á Kvinnukvøldinum í Reinsarínum komandi fríggjakvøld.
Reinsaríið er fríggjakvøldið karmur um Kvinnukvøld, har Lena Andersen og Døgg Nónsgjógv standa fyri tónleikinum, meðan Sjúrður Skaale stendur fyri undirhaldinum.
Fýra spurningar eru orðaðir av fýra monnum, og Henrik Old, Katrin Kallsberg og Tróndur Vatnhamar fara fríggjakvøldið at svara spurningunum og hugleiða um kvinnur og menn.
Altjóða dagur hjá ST móti harðskapi móti kvinnum er í dag, og tað verður skráin í Reinsarínum eisini merkt av. Súsanna Skaale, rithøvundurin handan "Um bara hann slóð meg", vitjar í Reinsarínum, og hon fer at greiða frá hvussu harðskapur ávirkar kvinnur, hvussu tú sært, um ein kvinna er fyri harðskapi og hvat tú kanst gera við støðuna.
Les meira á reinsariid.fo










