Skemt í serflokki fyri framman

Leygardagin 2. apríl verður stórur skemti dagur í Norðurlandahúsinum. Tá skipar Fótbóltsfelagið Giza fyri undirhaldi við kendu donsku skemtarunum Lars Hjortshøj og Jesper Juhl. Sjúrður Skaale verður eisini partur av tiltakinum.

Lars Hjortshøj er serstakliga kendur fyri leiklutin sum Robert í Langt fra Las Vegas, og sum góði vinmadurin hjá Frank Hvam og Casper Christensen í kendu donsku røðini

Klovn. Aftrat hesum hevur hann eisini ein av

høvuðsleiklutunum í donsku sendingini Live fra Bremen.

 

Jesper Juhl er ein ungur danskur skemtari, ið seinastu árini hevur havt yvir 300 shows í Danmark. Aftrat hesum hevur hann vunnið silvur í DM í stand-up og talent prísin á Zulu Comedy Galla 2009. Eisini er hann kendur

frá skemtirøðini Kristian á TV2 Zulu.

 

Sjúrður Skaale kenna øll frá Pipar & Salt og E elski Førjar, og hann verður eisini partur av kvøldinum, boðar Giza frá í tíðindaskrivi.