Evnið fyri vikuni er Skemt í Norðurlondum, har ætlanin er, at bókasøvnini skulu heingja tann álvarsama hamin á knakan, meðan tey bókasavnsvitjandi seta seg upp afturá at eygleiða lívið og tilveruna, at lurta eftir upplestri og kanska eisini at grína eina løtu at tí heila.
Føroya Landsbókasavn hevur gjørt av at gera vart við skemtið á henda hátt:
9. november
Kl. 17 letur upp ein framsýning við skemtitekningum hjá Óla P. Talan er bæði um eina afturlítandi framsýning og eina framskygda úrlating!
Kl. 18 verður lisið úr skaldsøguni Ormi Reyða eftir Frans G. Bengtsson í týðing Bjarna Niclasen. Lisið verður úr 9. kapitli, sum kallast »HVussu jól vóru drukkin hjá Haraldi kongo Blátonn«.
Hetta kapitlið ber orð fyri at vera srestakliga skemtiligt. Upplesari: Jógvan E. Ósá.
Upplestur úr hesum kapitli verður samstundis á umleið 800 bókasøvnum í Norðurlondum.
Kl. 18.30 (uml) - meðan vit enn hava sløkt fyri teldum og útvarpi, hugleiðir Eyðun Andreassen í 5 og 1/2 minutt um skemt. Síðani verður høvdi hjá áhoyrarum at seta Óla P. og onkrum av teimum teknaðu persónunum spurningar - alt eftir tørvi.
Við vón um, at vit fáa eina skemtiliga løtu saman - øll somul - bjóða vit tygum at verða hjartaliga vælkomin til tiltakið - sum er alment og ókeypis og ómetaliga hart tiltrongt - eisini í Føroyum 700 ár eftir Seyðabrævið sigur Føroya Landsbókasavn í tíðindaskrivi.