P/F Skemman í Havn, sum Rúmfatalagerinn ehf í Kópavági í Íslandi eigur, hevði eitt gott roknskaparár í fjør. Úrslitið var eitt yvirskot upp á 3,5 milliónir krónur.
Bruttovinningurin hjá Skemmuni var góðar 10 milliónir krónur. Tað er ein lítil millión meira enn árið fyri. Lønarútreiðslurnar vóru 5,7 milliónir krónur. Felagið hevur rindað 771.000 krónur í skatti.
Eginpeningurin hjá P/F Skemmuni er góðar 25 milliónir krónur. Felagið hevur onga langfreistaða skuld.
Stjóri í P/F Skemuni er Dan Hansen. Nevndarformaður er Bárður Nielsen, løgtingsmaður og fíggjarnevndarformðaur. Hini í nevndini eru Ása á Dul Jacobsen og Poul Jacobsen.