Rolf Guttesen
A. Guttormur Djurhuus følir seg kallaðan til at verja formannin í Tjóðveldisflokkinum, varaløgmann, Høgna Hoydal, sum mann vera tann n?st-týdningarmesti í meylgøluni, aftaná sjálvan sendaran, (Sosialurin 21.8.01). Eg noyddist, í hesum álvarsliga máli, at brúka nøkur heitir, lýsandi orð, fyri at staðfesta hvar í politiska universinum HH, eftir mínum tykki, varð staddur.
Men sjálvandi kann eg hava mistikið meg. Lesarabr?við hjá Guttormi f?r meg tó at halda, at eg man hava verið á beinari leið. Guttormur kemur ikki við nøkrum nýggjum í sakini, men leggur leggur meg undir at vera hvat sum helst.
Eg skal ikki taka alt upp aftur, men eg meini framvegis, at ein maður sum letur seg stýra av bakmonnum, ikki er stýrimaður, men sprellimaður. Ein maður, sum ikki heldur orð, er orðloysingur. Ein maður, sum bert dugir at siga eitt orð: fullveldi, og sum bert ber víðari tað, sum aðrir leggja honum í munnin, er ein gorrari. F?r ein persónur við hesum eginleikum »evsta vald«, ja, so er illa statt.
Eg kundi spurt Guttorm: Hvar fór bólturin. Royndi tú at sparka bóltin, so var tað eitt stórt kiks. Tú sigur ikki eitt orð um spurningarnar, sum vóru reistir. Meinar TÚ, at offringin av Signari var í lagi?
Vandin at brúka javndømir
Guttormur hevur innlit og lívserfaring til at vita, hvat orðini týða og hvønn uppruna tey hava. Hann kennir sjálvandi týska orðið Schutsstaffel, og ikki sum ein annar lesarabr?vsskrivari, ið fekk tað til Schutt-taffel (Schutt: grús ella burturkast. Taffel, ja kanska er tað Ålborgfabrikkin, sum spøkir), so hesin maður umsetir tað í sínum høvdi til: vánaligt brennivín. Ja mangt kann misskiljast.
Men Guttormur leggur nakað heilt annað í orðini, enn meint var. Nazistarnir hildu seg hava eitt problem við jødunum, og vildu loysa problemið við at útrudda teir. Í Føroyum eru hvørki jødar ella aðrir entiskir minnilutar, so tað er einki vandamál. Men í Føroyum eru nationalistar, sum vilja hava eina »endlösung« í loysingarmálinum, kosta hvat tað vil. Tí loyvdi eg m?r at brúka hetta javndømi. Guttormur brúkar jú sjálvur týsk orð sum javndømir, Berufsverbot, sí seinni. Men eg sigi Guttormi takk fyri hansara orð uppá, at eg eisini í framtíðini trygt kann seta mínar føtur á klettarnar uttan at verða antastaður.
Leiklutur miðlana
Eg gevi Guttormi r?tt í, at miðlarnir eiga at vera ein ?upplýsandi og stabiliserandi faktor mótvegis statsmaktini.? Onnur hava orða tað sum, at miðlarnir eiga at vera sum ein 4. statsmakt. Flestøll lond í vesturheiminum hava, sum Montesquieu skjeyt upp fyri meira enn 200 árum síðani, býtt valdið í samfelagnum í tríggjar partar, lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið, og gott er tað. Men hóast hetta trýbýti, kann systemið »skeiða út«. Tí er gott at hava eina kritiska 4. makt, sum skal halda eyguni eftir, um alt gongur r?tt fyri seg.
Og eg havi virðing fyri miðlunum - um teir røkja hesa uppgávu. Har meini eg, at tað ikki altíð hevur verið so í føroyska miðlaheiminum, ella í hvussu so er ikki nóg gott. Tí er tað púra burturvið, at Guttormur sigur meg vilja hava Berufsverbot í Føroyum. Tvørtur í móti.
Guttormur sigur, at tá RG var stalinistur, tá hevði hann hugflog. Eg havi í mong ár hildi meg verið sosialist og okkurt slag av marxisti eisini. Og tað haldi eg meg framvegis vera. Soleiðis er tað. Men hvat eg havi skrivað - enntá við hugflogi - allarhelst í Framanum, sum eg veit at Guttormur las, ið f?r hann at skýra meg stalinist, tað dugi eg ikki at síggja. Tað, sum eg fekst mest við har, var at skriva um føroyska vinnulívið, serliga partafeløgini, og hvør hevði búskapaligu maktina í samfelagnum. Hartil nakað um íbúgvafrøði (demografi), sum í grundini var r?ttiliga ópolitiskt.
Men, fylgja vit Guttormi, so heldur hann, at hugflog mítt var størri, tá eg var nakað, sum eg ongantíð havi verið. Hetta ger meg eitt sindur forvirraðan.
Nakað annað er so, at tann føroyski parturin av Føroyskum Sosialistum, sum skr?dnaði frá og kallaðist Oyggjaframi, brúkti eitt búmerki, har b?ði Stalin og Mao vóru við: Hatta hevði eg einki við at gera, men tú kundi jú kanna málið.
Eri ikki limur í nøkrum flokki ella átaki.
Og nú meinar Guttormur, at eg havi fingið sálarligt mein, tí eg eri »undir skjúrtuvelinum á danska javnaðarflokkinum«. Enn einaferð er hann á skeivari leið. Eg eri hvørki limur í danska ella føroyska javnaðarflokkinum ella nøkrum øðrum politiskum flokki, tiltaki ella átaki. Men eg má so eisini krúpa til bekennilsi, at fyri nøkrum árum síðani var eg limur í Dansk Cyklistforbund. Havi onkuntíð havt tankan, sum kanska er eitt áskoðanarbrot, at kanska burdi eg melda meg inn aftur.
Men Guttormur hevur r?tt at brúka øll tey invektiv (skemdarorð) honum lystir. Eg man sum persónur vera r?ttiliga óinteressantur. Ikki limur í nøkrum flokki, enn minni uppstillaður til nakað sum helst, havi sostatt ongar politiskar ambitiónir. So, kanska skuldi eg bara lagt av at skriva lesarabrøv, og sett meg at fylgja við í Horton-sagaen á TV-3 ella okkurt annað grípandi.
Men eg má viðganga, at politiskt svindil og humbukk kann gera meg so vreiðan, at skrivimaskinan má fram. So begangi eg tað deyðssynd - í eygum tjóðveldismanna - at eg seti eitt frímerki við Drotning Margretu á konvoluttin, koyri br?við í ein reyðan postkassa (sosialistiskt, tú veitst) og vóni so, at blaðstjórin á Sosialinum ella Dimmu eru mildir og taka tað upp. Teir hava so higartil vurdera, at mínar viðmerkingar vóru verdar at lesa. Eg sigi teimum takk, so mangar gangir.