Tveir dystir hava verið í fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League. Á Camp Nou megnaði Slavia Prag at spæla málleysan javnelik móti stórfavorittunum úr FC Barcelona.
Lionel Messi royndi sítt, men gestirnir úr Kekkia stríddust væl og bjóðaðu eisini av í álopsspælinum. Tað er eitt sindur av eini kreppu í FC Barcelona, hóast liðið er á odda í La Liga. Tað hoyrdist eisini greitt, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, at tað er ónøgd á Camp Nou í løtuni.
Í bólki G vann RB Leipzig úr Týsklandi 2-0 móti russiska Zenit. RB Leipzig hevur fingið níggju stig fyri fýra teir fyrstu dystirnir. Restin av dystunum í fyrru hálvu av fjórða umfari í bólkaspælinum verða spældir seinni í kvøld.