Skelkandi kanning: Nógv eiturevni í laksi úr alibrúkum

Granskarar siga, at fólk eiga ikki at eta meiri enn gott 50 gramm av føroyskum og skotskum laksi um mánaðin

Laksur og heilsa

? Tað kann verða heilsuskaðiligt at eta aldan laks.
Hetta er tann skelkandi niðurstøðan, sum granskarar á lærda háskúlanum í Indiana í USA eru komnir til eftir umfatandi kanningar.
Og teir siga eisini, at aldur laksur úr Føroyum og Skotlandi er serliga vandamikil.
Tí mæla teir eisini fólkið til at eta nógv minni av aldum laksi, enn tey higartil hava gjørt.
Amerikansku granskararnir mæla til, at fólk eta ikki meiri enn tvey ounce av føroyskum ella skotskum laksi um mánaðin
Hetta eru ikki meiri enn 56,8 gramm av laksi.
Tað er ongin loyna, at alivinnan ío Føroyum, og aðrastaðni við, er í svárari kreppu, men hetta verður mett at vera tann størsta hóttanin av øllum og fær tað rótfesti ímillum vanliga brúkaran, at tað kann elva til heilsuskaðar at eta aldan laks, kann tað verða seinasti seymurin í kistuni hjá alivinnuni.

Serliga ringt í Føroyum og Skotlandi
Granskararnar úr Indiana haava kannað aldan laks nógva sataðni frá fyri 14 ymisk sløg av eituri, sum øll eru undir illgruna fyri at elva til krabbamein. Eitt nú er kannað eftir, hvussu nógv dioxin og pcb er í teimum.
Teir siga eisini, at hetta er tann mest víttfevnda kanningin av, sum nakrantíð er gjørd av, hvussu nógv eitur er í laksi.
Í hesum sambandi hava teir kannað yvir tvey tons av laksi, sum teir hava keypt í handlum í Norður- og Suðuramerika og í Evropa.
Og úrslitið av kanningunum er, at laksurin úr alibrúki hevur nógvar ferðir størri mongdir avhesum eiturevnum í sær enn villi laksurin hevur.
Av teimum 14 evnunum, sum vórðu kannað, hevur aldur laksur munandi meiri í sær av 13 evnum, enn villur laksur hevur.
Og serliga ringur er altso laksurin úr Føroyum og úr Skotlandi.
Fóðurið, sum aldur laksur fær, er ofta fiskamjøl. Hetta førir við sær, at eiturevni, sumer í fiskinum, ið verður mældur til mjøl, endar í tí alda laksinum, har tað alsamt hópar seg upp. Tí hevur aldur laksur nógv meiri av hesum eiturevnum í sær enn villur laksur hevur, sum fær meiri fjølbroytta føði.
Amerikansku granskararnir siga, at av tí at vanliga fatanin hevur verið, at tað er sunt at eta laks, er tað rætt, at fólk fáa at vita, at tað kann eisini vera heilsuskaðiligt, serliga hjá teimum, sum eta laks regluliga.

Fyrimunirnir størri enn vansin
Í Skotlandi hevur hendan kanningin vakt øsing. Har siga myndugleikarnir, at amerikansku granskararnir villleiða fólk.
Samstundis vísa skotar á, at yvir 5.000 vísindaligar kanningar prógva, huvssu sunt tað er at eta aldan laks, men hesa sannroynd seta amerikansku granskararnir til viks.
Myndugleikarnir í Skotlandi siga eisini, at fyrimunirnir við at eta aldan laks eru nógv størri enn vansarnir.
Samstundis siga teir, at mongdirnar av ymsum evnum, sum aldur laksur hevur í sær er innanfyri tey hámørk, sum ES hevur ásett.
Sí eisini greinina: Ein hóttan sum skal takast í størsta álvara