- Eg eri eitt sindur skelkaður av, at føroyingar fara so lætt um rættartrygdina hjá fólki. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd fólkunum, sum løgreglan tók í grindadrápinum á Sandi leygardagin, og sum vóru í rættinum í gjár.
Løgreglan hevur lagt upp til, at Sea Shepherd fólkini skulu vísast av landinum. Jógvan Páll Lassen heldur, at hetta er at gera mun á fólki, tí hann ivast í, um onnur høvdu verið víst av landinum fyri eitt lógarbrot sum hetta. - Mær lystir at vita um ein dani hevði verið vístur av landinum fyri eitt lógarbrot sum hetta, segði hann við Rás2. - Tað heldur hann hevði verið áhugavert at vita.
Hann vísir eisini á, at grindaøkið á Sandi skuldi eitast at vera avbyrgt, men upptøkur hjá løgregluni vísa, at kortini sluppu summi fólk at ganga innanfyri gyrðingina. Hann heldur, at tá ið vit fara at gera mun á fólki, hava vit ein álvarsligan trupulleika í Føroyum.
Hann heldur, at tað er eisini ein spurningur um, hvussu nógv, føroyingar skulu lata seg úr. - Tað er ein partur av endamálinum hjá Sea Shepherd at fáa føroyingar at detta í allar fellurnar, tey leggja fyri okkum og nú sita tey og flenna at okkum, sigur sakførarin.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví Jógvan Páll Lassen heldur, at mótmælisfólkini ikki fáa eina rættvísa viðferð í Føroyum og hví hann heldur, at eisini tey hava rætt til eina verju.
|









