Skelkaður, eg má gerða Høgna'sa orð til míni.

Gerhard Lognberg sigur seg ikki ætla at forða andstøðuni í at føra politikk. Men hann heitir á Høgna Hoydal um at halda seg til sannleikan, tá hetta verður gjørt

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður





Í tinginum nú um dagarnar hevði Høgni Hoydal fyrispurning til Bárð Nielsen landsstýrismann.
Einki løgið er í, at spurningar verða settir. Tað er jú vanligt, at andstøðupolitikkarar seta nógvar spurningar, tí tað er teirra máti at føra politikk, hetta er vanligt.
Men Høgni Hoydal, má eg siga er ekstremur. Eg nevndi undir orðaskiftinum í tinginum, tá spurningurin var svaraður, at skattalættin sum verandi samgonga hevur latið, er nøkurlunda tað sama sum hansara samgonga læt heilt líkt, tað síðsta árið av skeiðnum.
Høgni bað meg prógva hetta eg segði um skattalætta. Nú virkar Høgni soleiðis uppá meg, at hann kann kasta allar pástandir um seg, og meinar at tað kann hann, men tá onnur opnað munnin, ja so skal tú syrgja fyri at prógva tað tú sigur.
So kemur tað sum serliga fekk meg at skriva nakrar reglur, har ið Høgni beinleiðis segði ósatt á tingsins røðarapalli.
Eg segði undir orðaskiftinum, at eg tordi ikki at siga á røðarapallinum at hann leyg, men segði um tað var frægari, at hetta var ein loddrøtt.
Líkamikið, Høgni Hoydal skrivaði í fyrispurninginum, at skattaprosentið í Skopun og Vági er 24,5 %.
Eg má hart og týðiliga afturvísa slíkum pástandi, sum eru rætt og slætt lygusøgur, fyri at royna at niðurgerða fólk, sum mann ikki er samdur við politiskt.
Nei, Skopunar Kommuna hevur ikki eitt skattaprosent sum eitur 24,5, men 23,5 so í veruleikanum lækkaðu vit skattaprosentið og hækkaðu barnafrádráttin, um hetta skuldi havt tín áhuga.
Eg má siga, at eg persónliga føldi hetta niðrandi, um so var at Høgni Hoydal brúkti røtt tøl, ja so hevði eg einki sagt.
Eg eri ikki í iva, at nettup hetta við at seta hetta skattaprosentið, var við beráddum huga, tí um hetta ikki bleiv afturvíst, ja so hevði Høgni klára at skatt umdømi hjá hesum kommununum.
Men Høgni, eg ætli í hvørfall ikki at forða tær í tínum andstøðupolitikki, eri heldur ikki førur fyri tí.
Men halt teg so nøkurlunda til sannleikan.