Paulina við Skipá og maður hennara, Bárður við Skipá, gjørdust illa við, tá Bárður herfyri lat barnaalarmin upp og sá, at battaríið var bólgnað upp.
Tey høvdu keypt ein Neonate barnaalarm til at hava hjá soninum, men undraðust á, hví hann skuldi løðast upp í heilum. Bárður tók battarílúkuna av, fyri at kanna alarmin og sá, at battaríið, sum eigur at vera flatt, var bólgnað upp.
Paulina gjørdi av at leggja eitt uppslag út á Facebook, og millum tær 1400 viðmerkingarnar, ið eru til uppslagið, eru alsamt fleiri, sum siga, at tey hava havt sama trupulleika - fleiri við sama barnaalarmi.
Lithium battarí kunnu halda nógva orku, og verða tey punkterað ella ov heit, kunnu tey spreingjast.
Søgur hava áður verið frammi um óstøðug lithium battarí, og snildfon framleiðarin Samsung mátti í 2016 taka allar Galaxy Note 7 telefonirnar aftur, tí at battaríini vóru ikki trygg.
- Hesin barnaalarmurin hevur ligið við síðuna av høvdinum hjá beiggjanum, so hetta kundi endað í reinari katastrofu, sigur Paulina við Skipá.
- Vit eru sjálvandi takksom fyri, at hetta spældi væl av, men hetta er kanska ein góð áminning til tykkara um at kanna battaríini í barnaalarminum, sigur hon at enda.