Skeljaskip umbygt til heimsins størsta línubát

Dýrabari tannfiskurin, sum tekur á húkin, verður kapslaður inn í eitt modul, áðrenn hann verður drigin upp í skipið.

 

Gamli norski skeljatrolarin, sum er bygdur í 1987 og bar navnið Kovda, er nú sum nýggjur. Skipið er longt við 12 metrum og er bæði umbygt og dagført. Nýggja navnið á skipinum, sum nú er línuskip, ið skal fiska tannfisk í Uruguay, er Ocean Azul.

Kystmagasinet.no veit at siga, at tað er skipatænastufelagið - Los Marine í Hordalandi í Noregi - sum hevur staðið fyri arbeiðnum, og sambært heimasíðuni er sáttmálin hin størsti av sínum slag hjá felagnum nakrantíð. 

Tað er felagið Pescuera Azul Norge AS (PAN), sum eigur skipið, ið nú sambært heimasíðuni er størsti línubátur í heiminum við sínum 72,5 metrum í longd og einari breidd á 13 metrar.

Tað var í 2018, at reiðaríið PAN keypti skipið, sum nú fer at royna eydnuna eftir tannfiski. Skipið er í allar mátar nútímansgjørt og er sum spildurnýtt. Kystmagasinet.no veit eisini at siga, at skipið er útgjørt við einum nýggjum slag av línu.

- Fiskurin, sum tekur húkin, verður kapslaður inn í eitt modul, áðrenn hann verður drigin upp í skipið. Hetta verður gjørt fyri, at dýrabari fiskurin ikki skal verða etin av hvali ella rovfiski á vegnum upp gjøgnum sjógvin, skrivar Kystmagasinet.no