TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt øðrvísi innslag um brølarar hjá Hera Simonsen og Tróndi Arge í beinleiðis fótbóltssending á Rás2 seinastu dagarnar. Tíð var eisini til okkurt annað stuttligt innslag.
Vit hoyra í innslagnum um:
1) At Jón Krosslá Poulsen hjá TB/FCS/Royn er als ikki óður inn á vallarvarparin ("stadionspeakarin") hjá HB, men flenti nógv, tá hann var skiftur út í 1-3 tapinum ímóti HB í Gundadali.
2) Hoyr Hera Simonsen siga, at NSÍ hevur 36 sekund, og ikki 36 stig.
3) Hoyr Trónd Arge lesa skeivan dómaraseðil norðuri í Klaksvík, har EB/Streymur var mótstøðuliðið hjá KÍ, men Tróndur las alt liðið hjá ÍF og allan beinkin, áðrenn hann fann útav, at har ruggaði ikki rætt.
4) Hoyr Janus Kjærbo fortelja um eitt serligt sjálvmál hjá Giza Hoyvík í 1. deild í einum útidysti ímóti TB/FCS/Royn.










