Skeivt við triðja parti

Føroyski veljarin tekur ikki undir við ætlan landsstýrisins um at fáa ST ella annan triðja part upp í fullveldissamráðingarnar

John Johannessen


Heili 66 prosent av føroysku veljarunum halda tað vera skeivt av landsstýrinum at draga ein triðja part upp í ríkisrættarligu samráðingarnar við danir.

Hetta sýnir eitt av úrslitunum í nýggjastu veljarakanningini hjá Fynd.

Av teimum 891 fólkunum, kanningin fevnir um, eru tað 592 fólk, sum halda tað vera skeivt at draga ST ella annan óheftan part inn í samráðingarnar.

Talið av teimum, ið eru samd við landsstýrinum á hesum økinum, er einans 168, og er hetta tað sama sum 19 prosent.

Tey, ið onga støðu hava til hendan spurningin, telja 131, og er hetta tað sama sum 15 prosent.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hevur verið ein tann heitasti talsmaðurin fyri at fáa ST upp í samráðingarnar, og tað er hann framvegis.

Men Høgni Hoydal skilir væl úrslitið av kanningini. Hann heldur, at fólk eru ímóti at fáa triðja part upp í samráðingarnar, tí tey halda halda hetta vera ov langt úti. Tey halda hetta vera eitt ov stórt stig at taka.

? Veljarin ynskir, at partarnir skulu tosa saman sum vaksin fólk í staðin fyri at bera seg at sum nú. Og tað er væl skiljandi, at fólk meina, at hetta eiga vit at klára, uttan at ST kemur upp í leikin, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum heldur annars, at tað er ógjørligt at fáa triðja part upp í samráðingarnar, so leingi danska stjórnin sýtir fyri hesum. Danska stjórnin hevur nevniliga allan fólkaræðisligan avgerarrætt í Føroyum, undir verandi skipan, sigur hann.