Skeivt at taka oljuavgjaldið av

? Nógvir føroyingar betala lítlan ella als onganskatt og tað er skeivt eisini at lata teir sleppa undan at betala oljuavgjald.

Oljuavgjald

? Tað er skeivt at taka oljuavgjaldið av.
Tað heldur Karsten Hansen, sum var fíggjarmálaráðharri í undanfarnu samgongu.
Í Sosialinum í gjár mælti Ingeborg Vinther landsstýrinum til heldur at taka oljuavgjaldið av enn at lækka skattin.
HavnarArbeiðsmannafelag tekur undir við hesum
Men tað ger gamli fíggjarmálaráðharrin , Karsten Hansen, als ikki.
Hann er talsmaður í fíggjarmálum hjá stóra andstøðuflokkinum, tjóðveldisflokkinum.
Hann ásannar at oljan er dýr. Men hann staðfestir samstundis, at oljan í Føroyum er framvegis væl bíligari enn í flest øllum øðrum londum rundanum okkum.
Og Hann leggur afturat, at jú bíligari oljan er, jú meiri olju brúka fólk, so oljan verður altíð ein stór útreiðsla hjá einum húsarhaldi.
Hann vísir eisini á, at tað er ikki so lítil partur av fólkinum, sum betalir lítlan og ongan skatt, eitt nú øll tey, sum sigla undir DIS og partvís eisini tey, sum sigla undir FAS. Harumframt eru tað fyritøkur, sum forvinna væl av peningi, men sum fáa avskrivað so nógv, at tær heldur ikki betala skatt, hóast nýtslan er stór.
? Skulu øll hesi nú heldur ikki betala oljuavgjald, afturat tí at tey sleppa undan skatti til samfelagið, spyr Karsten Hansen.

Lækka skattin
Hinvegin heldur hann, at verkafólk betala ov nógv í skatti av tí inntøku tey fáa.
? Tí er tað einasta rætta at lækka skattin av inntøkunum hjá verkafólki.
Sostatt harmast hann um, at ætlaði skattalættin hjá samgonguni gevur teimum høgu inntøkunum tann størsta lættan.
Og hann undrast eisini á, at arbeiðarafeløgini lata hetta um seg ganga.
? Tað undrar meg, at arbeiðarafeløgini gera so lítið vart við seg, nú ætlanin er at lækka skattin hjá teimum høgu inntøkunum, samstundis sum verkafólk lítlan og ongan fyrimun fáa av skattalæattanum.
? Tað hevði ikki verið ímeðan undanfarna samgonga sat, at arbeiðarafeløgini høvdu verið so friðalig í einum slíkum máli, leggur gamli fíggjarmálaráðharrin afturat.