­ Skeivt at taka ímóti Lykketoft

Uttanlandsnevndin var Kristi himmalferðardag kunnað um at Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, kom at vitja Landsstýrið í gjár. Formaðurin í uttanlandsnevndini heldur tað vera sera óheppið

Dagny Joensen


Sambært stýrisskipanarlógini, skal Landsstýrið kunna uttanlandsnevndina um mál av størri týdningni.

Í hesum sambandi var uttanlandsnevndin á fundi við Landsstýrið Kristi himmalferðardag.

­ Vit fingu at vita, at Mogens Lykketoft kom hendavegin í vikuskiftinum, at vitja Landsstýrið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Sagt varð at hetta var óformligur fundur, har Lykketoft skuldi kunna Landsstýrið um hvat danska stjórnin hevði uppá hjarta um bankamálið og uttanlandsskuldina, Tað tóku vit til eftirtektar, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hetta tykist at líkjast ferðini, tá forsætisráðharrin sendi Bjørn Westh, ráðharra, til Føroya at sannføra føroyingar um, at ein bankakanning var eins góð og dómarakanningin,sum eitt samt Løgting vildi hava.

­ Hvat heldur tú at Lykketoft hevur í skjáttuni?

­ Tað hava vit ikki fingið nakað at vita um, og eg kann einki siga umhetta, av tí at vit ikki kenna uppleggið hjá Landsstýrinum, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur aftrat, at hann persónliga ikki er so fegin um hetta útspælið frá donsku stjórnini.


Føroyingar

eiga útspælið

­ Var eg í stað løgmans, so hevði eg sagt dønum, at hetta er eitt mál millum Føroyar og Danmark, har føroyingar eru lumpaðir.

­ Tí var tað ikki annað enn rímiligt at føroyingar hava fyrsta útspælið.

­ Eg hevði ikki tikið ímóti Lykketoft, men sagt dønum, at vit ikki eru til reiðar enn, og at vit komu við okkara uppleggið,tá vit vóru til reiðar - og ikki sum nú, at danir aftur leggja seg út í málið, sigur Jóannes Eidesgaard.