Skeivt at siga Kára úr starvi

Politiskt órógv er ikki nokk til at koyra landsstýrismann frá

Tað var skeivt av løgmanni at siga Kára P. Højgaard úr starvi.

Tað heldur Jógvan Skorheim.

Hann var varamaður hjá Kára P. Højgaard og hevði sostatt sæti á tingi ímeðan Kári P. Højgaard var í landsstýrinum.

 

Hann heldur, at tað var blóðskeivt at siga landsstýrismannin hjá Sjálvstýrisflokkinum upp.

 

- Orsøkin til, at hann er sagdur úr starvi, er politisk órógv. Tann grundgevingin er ikki nøktandi. Ein landsstýrismaður eigur ikki at kunna vera koyrdur úr starvi, uttan at hann hevur gjørt okkurt óregluligt, heldur Jógvan Skorheim.

 

Hann vil ikki siga í kvøld, um hann heldur, at Sjálvstýrisflokkurin skal halda fram í samgongu ella ikki.

 

Men er greitt, at Kári P. Højgaard fer úr Landsstýrinum. Liggur tað so ikki beint til høgrabeinið, at flokkurin heldur fram í samgongu og setir bara teg í landsstýrið ístaðin, spurdu vit Jógvan Skorheim.

 

- Tað havi eg onga viðmerking til í kvøld. Eg eri borgarstjóri í Klaksvík og har hava vit nógvar spennandi avbjóðingar fyri framman, sum eg fegin vil vera við í.

 

- Men nú fara vit at viðgera støðuna innanfloks at vita, hvat er frægast hjá okkum at gera, sigur hann.