Tey grønlendsku fólkatingsumboðini avgera sjálvi, hvussu tey atkvøða, sigur Anders Fogh Rasmussen Forsætisráðharrin gjørdi í dag greitt, at teir grønlendsku fólkatingslimirnir ráða fyri, nær teir atkvøða, og hvussu teir atkvøða.
-Teir hava somu rættindi sum allir teir 179 tinglimirnir, segði hann.
Anders Fogh Rasmussen legði afturat, at tað eigur heldur ikki at fáa avleiðingar, um tey bæði grønlendsku umboðini fara upp í ein meiriluta uttan fyri stjórnina.
-Tað ber ikki til at blanda flóttafólkapolitikk saman við avtalur um ráevni í Grønlandi, segði hann.
Formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum, Bendt Bendtsen, hótti í dag við at koyra Piu Christmas-Møller úr flokkinum. Tað er hon, sum eigur uppskotið, sum kann koma stjórnini í minniluta. Pia Christmas-Møller tók seg herfyri úr tí konservativa tingbólkinum og er uttanflokkatinglimur.










