Skeivt at einskilja Atlantsflog

Landsstýrismaðuyrin í vinnumálum heldur, at tað almenna eigur at keypa tann triðingin av Atlantsflogi, sum er einskildur, aftur Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, heldur, at rættast er, at tað almenna tryggjar flogleiðina millum Føroyar og umheimin. Tað vil siga, at tað almenna keypir aftur tann triðingin av partabrøvunum, sum vóru einskild.

-Sjálvur haldi eg ikki, at tað er samfelagsliga gagnligt, at Atlantsflog verður einskilt. Felagið eigur tí at verða tryggjað á ein slíkan hátt, at vandi ikki er fyri, at tað fer á heysin, sigur Johan Dahl við Vinnuvitan.

Johan Dahl heldur, at tað almenna virka sum eitt trygdarnet undir flogfelagnum og skal eisini tryggja, at ferðaseðlaprísirnir ikki gerast so ovurhonds dýrir, sum fólk hava upplivað seinastu tíðina. Tað almenna skal somuleiðis tryggja, at útlendsk feløg ikki keypa Atlantic Airways, tá kappingin í Evropa gerst fræls og grundarlagið fyri kapping í Føroyum við longri flogvølli er veruleiki, sigur hann við Vinnuvitan.

Hann leggur tó dent á, at tað verður politiski myndugleikin og samgongan, sum mugu taka avgerðina um framtíðina hjá Atlantic Airways.