Fiskivinna
- Vit harmast um at hava skrivað tíðindini við skeivum upplýsingum. Feilur var í tølunum frá Fiskiveiðieftirlitinum, og tað harmast vit um, sigur Vinnuhúsið.
Lítil munur
Røttu tølini vísa, at landingarnar uttanlands 9 teir fyrstu mánaðirnar í ár eru umleið 11.000 tons. Aftrat hesum koma tey umleið 6.000 tonsini av upsa, sum russisku trolararnir tóku ímóti í fyrr í ár.
- Tað merkir, sigur Vinnuhúsið, at beinleiðis landingarnar uttanlands, saman við landingunum til russisku skipini, eru á leið tað sama higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið seinasta ár.
Minni í prosentum
Taka vit fiskiskapin higartil í ár í mun til fiskiskapin somu tíð seinasta ár, eru landingarnar í prosentum av veiðini nakað minni í ár enn seinasta ár.
- Soleiðis góvu tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum vit løgdu út á heimasíðuna mánadagin, eina skeiva mynd av støðuni, sigur Vinnuhúsið og harmast um hetta.