Skeiv tøl á fíggjarlógini

Tað er alt ov lítið tikið til, tá fíggjarnevndin metir, at ein millión skal hækkað mjólkarstuðulin til tað dupulta av tí, hann er í dag, sigur bóndi

Fíggjarnevndin siktar ov lágt, tá hon metir, at hon kann hækkað mjólkarstudningin við 50 oyrum fyri liturin við at seta eina millión afturat á fíggjarlógini til tað endmálið.
Tað sigur Tróndur Niclasen, bóndi í Bø, sum vísir á, at skal hatta talið við einari krónu fyri liturin halda, skal hækkanin vera tríggjar milliónir heldur enn tann eina, sum fíggjarnevndin hevur ásett.
Hann heldur ikki, at nevndarlimirnir rættiliga hava sett seg inn í málið, tá teir siga soleiðis í álitinum til Løgtingið:
»Nevndin hevur ynskt at hækka játttanina við kr. 1 mió. til at hækka mjólkastuðulin eftir viðmerking frá vinnunevndini, soleiðis at mjólkastudningurin verður 1 kr. pr. litur.«
Tróndur Niclasen vísir á, at framleiðslan ídag er sjey milliónir litrar árliga, og stuðulin er 50 oyri fyri hvønn litur. Ein millión gevur so 14 oyru fyri liturin, og aftur at teimum verandi 50 oyrunum, røkka tey ikki til eina krónu.
»Skulu vit náa hesi krónuni, má játtanin upp á umleið 3,55 miliónir krónur«, sigur Tróndur Niclasen, bóndi.