- Eg skilji ikki, hví ein læknavakt í telefonini úr Havn skal taka støðu til heilsustøðuna hjá pápa, tá vit hava ein lækna á vakt her í Sandoynni, sigur Jógvan Olsen, sum til fánýtis royndi at fáa læknahjálp til pápan.
Familjan Olsen á Sandi ringdi eftir lækna klokkan trý, sunnumorgunin 29. desember. Herman Olsen var trongur, tungan var hovin, hann fekk illa tosað og hevði brúk fyri læknahjálp.
Hóast lækni er á samdøgursvakt í Sandoynni, so ganga øll læknaørindi uttan fyri vanliga arbeiðstíð umvegis læknavaktina, sum er miðsavnað á Landsssjúkrahúsinum.
- Vit ringja til læknavaktina, men fáa har at vita, at hetta fer at laga seg. Hóast vit royna at greiða frá støðuni hjá pápa, so fáa vit at vita, at hetta er púra vanligt hjáárin, og at hetta fer at javna seg, greiðir sonurin Jógvan Olsen frá.
Í umleið tveir mánaðir hevur Herman Olsen verið í kemoviðgerð fyri krabbamein í búkinum. Viðgerðin gongur eftir ætlan, og Herman livir rímiliga væl. Eitt hjáárin er tó, at hann viðhvørt hovnar. Hesa náttina hovnar Herman Olsen í svølginum, og eisini hovnar tungan.
Fýra tímar seinni er støðan hjá Herman somikið hættislig, at familjan sær ikki aðrar møguleikar enn at ringja til alarmsentralin og sjálvi royna at fáa fatur á læknanum, sum er á vakt í oynni.
- Tá er pápi sera illa fyri. Hann klárar ikki at ganga inn á læknamiðstøðina, og læknin roynir at hyggja uppá hann, meðan hann situr í bilinum, leggur Jógvan Olsen afturat.
69 ára gamli Herman Olsen er tá somikið hovnaður, at hann fær ikki andað.
- Eg skilji ikki, hví vit ikki kundu koma í samband við ein lækna, sum kundi hyggja eftir pápa beinanvegin, men í staðin skuldu verða avgreidd umvegis telefonina, sigur Jógvan Olsen.
Í dag kann familjan bara gita sær til, hvat hevði hent, um so var at lækni var komin til Herman beinanvegin. Tankin um, hvat skjót læknahjálp kundi gjørt, spøkir alla tíðina.
Les meira um málið í Sosialinum í dag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.