Skeiv adressa Jóannes

»Taks hevur sum øll onnur rættin at royna eitt ivamál í rættinum. Føroya Rættur hevur gjørt úrskurð, og Taks hevur sjálvt myndugleikan at avgera, um málið skal skjótast inn fyri hægri rætt«

Orðini átti fíggjarmálaráðharrin, sum aðra staðni í blaðnum skjýtur við skørpum eftir journalisti og oddagrein hjá Sosialinum.

Fíggjarmálaráðharrin skrivar í viðmerkingini, at hansara eftirlitsskylda eisini snýr seg um at tryggja, at allar rættarreglur verða hildnar. Í so máta kann høvið eisini nýtast til at minna fíggjarmálaráðharran á, at rættarreglur ganga báðar vegir.

Er borgari fyri avgerð, sum hann metir vera órætta, er møguleiki at kæra. Í hesum máli til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Men tá hevur Taks so sanniliga eisini skyldu at fylgja avgerðini hjá kærumyndugleikanum. Tað hevur Taks ongan tíð gjørt í málinum.

Tvørtur ímóti gjørdi Taks málið til eitt mál ímillum bilakeypara og –sølur. Væl vitandi um, at Taks hevði givið bilasølum boð um, at mvg av skrásetingargjaldi skuldi avroknast til Taks. Og hóast tað seinni er klokkuklárt staðfest, at lógarheimild ikki var fyri hesum, hevur Taks ongan tíð givið bilasølum boð ella vegleiðing um nakað annað.

Síðani málið av álvara tók seg upp, hevur Taks afturvíst hópatals krøv um endurgjald fyri mvg av skrásetingargjaldi. Rætturin hevur talað sítt týðiliga mál í hesum, og tað inniber millum annað, at afturvístu krøvini eru afturvíst á skeivum grundarlag. Júst sum kærunevndin kundi fortelja Taks á heysti 2006.

So talan er um skeiva adressu hjá fíggjarmálaráðharranum. Ein skeiv avgerð gerst ikki rættari, bert hon er endurtikin nóg ofta.