Avtala er gjørd við loyvishavara, soleiðis at øl kann seljast undir konsertini á Tórsvølli mikukvøldið Í tíðindaskrivi, sum varð sent miðlunum um vikuskiftið, søgdu fyrireikararnir, at talan verður um sera strangt eftirlit við inngongdina til konsertina.
- Tað er als ikki loyvt at hava fløskur av nøkrum slag við inn. Hvørki úr glas ella plastikk. Og verður hetta forboð brotið, verða fólk burturvíst av konsertøkinum, sigur Dennis Holm, sum er ein av fyriskiparunum.
Hinvegin hava fyrireikararnir gjørt avtalu við loyvishavara, sum stendur fyri sølubúðunum á økinum. Her ber til hjá teimum vitjandi at keypa sær kaffi, øl, sodavatn, pylsur og annað, sum hoyrir slíkari konsert til.