Skeinkistøðini mugu bara finna seg í hesum

– Hetta er ikki serliga akutt í mun til at kalla løgtingið saman, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

Skeinkistøð í Havn eftirlýsa hjálp, nú tey enn eina ferð kenna seg noydd at steingja fyri at vísa samfelagssinni og fyribyrgja smittuspjaðing. Men tey skulu ikki rokna við nøkrum slagi av endurgjaldi.

 

– Eg havi ikki heimild at gera nakað við tað longur. Vit høvdu eina lóg, sum fór úr gildið 31. januar, har vit kundu steingja skeinkistøðini við lóg og harvið geva endurgjald. Men tað er jú ikki longur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum varar av hesum.

 

Men ber ikki til at seta hetta í verk aftur?

 

– Og samla løgtingið aftur? Nei tað verður nokk ikki aktuelt. Løgtingið er langt síðani farið heim. Tað ber til, men so skal tað vera øgiliga akutt. Hetta er ikki serliga akutt í mun til at kalla løgtingið saman, sigur Helgi Abrahamsen.

 

So skeinkistøðini mugu bara finna seg í hesum og taka fíggjarliga missin á seg?

 

– Ja. Tað er ikki nógv annað at gera við tað. Alternativið er at fólk blíva smittað. Vit hava givið hjálparpakka til ferðavinnu og skeinkistøð, sigur landsstýrismaðurin.

 

– Tað er sjálvandi harmiligt, men vit fáa ikki gjørt nógv meira við tað.

 

LES EISINI: Skeinkistøðini steingja hetta vikuskiftið: Eigararnir eru ónøgdir