Nakað eftir midnátt í nátt kom løgreglan fram á eitt skeinkistað, har tað var nokk so nógv lív í innandura. Eftir lógini skulu øll skeinkistøð annars lata aftur klokkan 22 í hesum døgum í eini roynd at forða fyri, at korona fer at breiða seg.
Men í hesum skeinkistaðnum, sum er í norðurøkinum í landinum, vóru eini 25 fólk saman í veitslulagi, tá ið løgreglan kom framvið um eitt tíðina í nátt. Løgreglan sigur, at tey umbóru seg við, at tey høvdu starvsfólkaveitslu inni á skeinkistaðnum, men tað er heldur ikki loyvt, sigur løgreglan.
Tað tykist sum um at summi halda, at skeinkistøð kunnu hava fólk inni, bara talan er um privatar veitslur fyri afturlætnum hurðum. Men tað er ikki loyvt eftir lógini, sum er sett í gildið í royndini at forða fyri smittuspjaðing, sigur løgreglan.
– Hóast tað er um eitt privat tiltak, skal tað fylgja reglunum um afturlatingartíðirnar, leggur løgreglan dent á.
Løgreglan sigur, at málið fær avleiðingr fyri tann, sum rekur skeinkistaðið, og kanska eisini fyri gestirnar. Nú gera tey eina løgfrøðiliga meting av, hvørjar avleiðingarnar verða.
Tey verða í hvussu so er skuldsett fyri at bróta lógina um upplatingartíðir, men tey verða kanska eisini skuldsett fyri at bróta lógina um farsóttir. Løgfrøðingarnir skulu nevniliga fáa greiði um tey eisini hava økt um vandan fyri at korona breiðir seg, og um tey hava sett fólk í vanda upp á hendan mátan.
Tá ið løgreglan hevði verið á staðnum, gjørdu tey eisini enda á veitsluni, so at hvør fór til sítt, sigur løgreglan.