Skeinkistøð: Vit steingja ikki

Skulu skeinkistøðini steingja, so skal Helgi Abrahamsen steingja tey.

– So vit bíða bara eftir boðum frá landsstýrismanninum, sigur verthúseigari.

Á tíðindafundinum í gjár segði løgmaður, at tey nú mæla til, at skeinkistøðini steingja. Einki var sagt um matstovurnar. Men tá mælt verður til, at ikki fleiri enn 100 fólk savnast á sama stað, so kunnu flest allar matstovur hava opið við teirri treyt.

Men sum skilst ætla skeinkistøðini í Havn ikki at steingja uttan víðari.

Ein vertshúseigari, sum in.fo hevur tosað við, og sum vil vera ónevndur, vísir á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur fingið heimild frá Løgtinginum at steingja skeinkistøðini um neyðugt.

– Tí fara vit ikki at steingja. Skulu skeinkistøðini steingja, so skal Helgi Abrahamsen steingja tey, sigur hann.