Barreigarar í Havn halda, at tilmælið hjá myndugleikunum um, at barrir skulu steingja klokkan 22, er ógreitt og meiningsleyst. Tí við hesum tilmælinum er tað ikki álagt skeinkistøðunum at lata aftur klokkan 22, men talan er bara um eitt tilmæli.
– Tað skuldi verið soleiðis, at landið segði, at antin var tað loyvt at hava opið, ella er tað ikki loyvt. Tilmæli virkar sum ein umbering og er alt ov ógreitt. Í Danmark hava barrirnar einki val, tí har skulu tær steingja, og har er enntá møguleiki fyri onkrum slag av kompensión. Men soleiðis er ikki í Føroyum, og tí er hetta ein keðilig støða, tí vit skulu jú gjalda leigu og annað, sjálvt um vit hava stongt, sigur Sigfríður á Plógv, stjóri í Bassalt.
LES EISINI: Ymiskt og óvist hvussu skeinkistøðini hava opið komandi tíðina
Eisini í Glitnir eru tey í iva.
– Um tað var lóggivið, so var einki ivamál. Men nú stendur mann í iva, og tað er sera keðiligt. Onkur hevur opið, og onkur hevur ikki opið. Tað er ótrúliga lítið vert í mínari verð bara at geva eitt tilmæli. Tað nyttar einki, sigur Hans Andreassen, stjóri í Glitnir.
Stjórin í Sirkus skilir ikki, hví tað verður mælt til, at barrirnar skulu steingja júst klokkan 22.
– Eg rokni ikki við, at hetta tilmælið er hugsað nóg væl ígjøgnum. Tað er eingin munur á at steingja klokkan 22 ella klokkan 24. Merkir tað, at mann smittast ikki við corona fyrr enn aftaná klokkan 22? Eg má hava eina betri forkláring uppá hetta, áðrenn eg fari at steingja klokkan 22, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
– So leingi sum sjúkan ikki breiðir seg, so er eingin vandi. Men eg blívi næstan noydd at lukka mína fyritøku, tí vit blíva við at loyva fólki ferðast frítt inn í landið. Mann følir seg ótryggan av tí sama, sigur hon.