Tað var ikki stuttligt at lurta eftir frágreiðingini frá løgregluni, sum segði frá ófriði og bardøgum. Løgreglan mátti fara at skilja fólk sundur, sum vóru farin til hendurs.
Hetta er lagið so gott sum hvørt einasta vikuskifti.Orsøkin er hin sama mestsum hvørja ferð: Rúsdrekka. Er stundin ikki komin at steðga skeinking út á náttina? Eg haldi at Tórshavnar býur, býarstýrið kann ikki lata hetta um seg ganga longur.
Mong foreldur høvdu glett seg um at skeinkistøðini, í øllum førum, ikki fingu loyvi at hava opið so seint.
Sum nú er, er náttarlívi ein skomm fyri umdømi av høvuðsstaði okkara.