Eitt av teim mongu áhugaverdu tiltøkunum á skránni hjá Sjómannadegnum í dag var skeiðið fyri lítlar sjórænarar umborð á Draganum.
Her kundu børn undir skúlaaldri royna sínir kynstur sum sjórænarar. Børnini skulu fyrst leita eftir gullklumpum í eini sandrúgvu á landi.
Við gullklumpinum í hondini sloppu tey umborð á Dragan at ringja við klokkuni og aftaná sóu tey bæði slangur og rottur niðri í lugarinum. Øll, sum kláraðu royndirnar, fingu at enda eitt undirskrivað diplom frá sjálvum Kaptein Gardar.
Hetta var nakað, sum børnunum dámdu ótrúliga væl og stuttligt var at hoyra, hvussu tey hugnaðu sær saman við fittu sjórænarafólkunum umborð á Draganum.










