Diplomleiðara-, Grundleggjandi leiðara og -Projektleiðaraútbúgving byrjaðu í 2003 við 4 holdum við 18 fólkum á hvørjum holdi.
Eftir og -víðariútbúgvingarnar á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla høvdu í 2003 stóran vøkstur í tilgond til leiðaraútbúgving.
Frá í høvuðsheitum at hava havt vanlig 3 daga skeið í t.d. Leiðslu og samstarv byrjaði Skeiðsdepilin í 2003 at bjóða hægri leiðaraútbúgvingar.
Sama mannagongd veður nýtt í fyriskipan og frálærutilfari, sum verður brúkt á Ledelseakademiet, Århus Købmandsskole. Útbúgvingarnar eru rættiliga nýggjar og eru leypandi dagførdar tey síðstu 6 árini.
Útbúgvingarnar eru framdar við góðum úrsliti í Danmark, Grønlandi og nú eisini í Føroyum.
Fyrimunurin við at luttaka á útbúgvingini á Skeiðsdeplinum er, at royndargrundaða frálæran kann vera í tøttum samanspæli við gerandisdagin hjá luttakaranum og øðrum javnsettum leiðarum. Júst orðið royndargrundað leiðaraútbúgving er sentral á hesum útbúgvingum, sum í mun til aðrar meiri formellar leiðaraútbúgvingar leggur dent á praktiska og útinnandi leiðslu. "Handling giver forvandling" er lyklaorðið.
Ein annar fyrimunur við at taka eina slíka leiðaraútbúgving í Føroyum er, at útreiðslurnar eru nógv minni í mun til, um man noyðist at fara uttanlands at útbúgva seg.
Fyrra hálvár 2004 byrja nýggj hold:
-Grundleggjandi leiðaraútbúgving, 12 dagar yvir 1/2 ár
byrjar 15. mars 2004
-Diplomleiðaraútbúgving, 40 dagar yvir 2 ár
byrjar 22. mars 2004
- Projektleiðaraútbúgving, 6 dagar yvir 3 mðr.
byrjar 21. apríl 2004
Tilmelding skjótast til Skeiðsdepilin á tel. 31 8813.
Lesið meira um útbúgvingarnar á heimasíðu
www.skeidsdepilin.fo