Skeiðsdepil skapar samveru í Skálavík

Seinnapartin í gjár varð fyrsti hakin settur í eina av teimum heilt stóru og forvitnisligu verkætlanunum í Føroyum, nevniliga ein nýggjan skeiðsdepil í Skálavík, ið fyrrverandi reiðarin, Eiler Jacobsen stendur aftanfyri

Skálavík: Tað var Eiler Jacobsen sjálvur sum loysti fyrsta bøkkin til henda depilin, ið fyrst og fremst skal vera karmur fyri kristiligum møtum og legum.

Ætlanin er síðan at depilin skal gerast til ein part av føroysku ferðavinnuni og øðrum virksemi, sum verður avleitt av hesum.

Tríatitals milliónir verða nú settar í henda frítíðar- og mentanardepilin, sum tað væntandi fer at ganga tvey ár at byggja. Depilin, sum verður út ímóti 4000 fermetrum til støddar, og liggur á einum 50.000 fermetrar stórum grundøki.

Verkætlanin fevnir um eitt nú svimjihyl, tónleika- og møtisal, baðiland og matstovu, umframt gistingarmøguleikar.

Borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen fegnast um hesa ætlanina í hansara kommunu. Eftir hansara meting verður her ein møguleiki at kunna hýsa størri altjóða ráðstevnum í Føroyum.

- Vónandi fara eisini útlendsk ferðalið og áhugabólkar at koma til Skálavíkar at halda skeið og størri ráðstevnur. Hetta fer uttan iva at skapa lív í bygdini og í oynni, sigur Linjohn Christiansen.

Meiri um hesa stóru ætlanina í einum komandi blaði!