Í sambandi við at tiltakið Náttarravnar fer av bakkastokki hava stigtakararnir skipa fyri ymsum tiltøkum.
Í kvøld, mánakvøldið, verður almennur borgarafundur í samkomuhøllini í Tórshavnar Kommunuskúla. Her vera umboð frá løgregluni, barnaverndini og Jan Christiansen, borgarstjóri, við á fundinum. Tey fáa bert heilt fáar minuttir, áðrenn Erik Thorsted frá tryggingarfelagnum Skandia fer at greiða frá royndum sínum úr Danmark.
Týskvøldið fer løgregan og barnaverndin at greiða eitt sindur nærri frá teirra arbeiði í hesum sambandi.
Mikukvøldið eigur Skandia alt, sum tað er. Erik Thorsted fer at greiða frá, hvussu náttarravnar eiga at vera, tá teir eru úti í gulu jakkunum. Hóskvøldið luttaka Reyði Krossur og Rúsdrekka- og Narkotikaráðið.
Fríggjakvøldið verður tann fyrsti royndartúrurin uttan teir gulu jakkarnar, og leygarkvøldið verður farið til verka av álvara.










