Skeið fyri lakkerarar

Málinga- og lakkfyritøkan hjá Fróða, sum umboðar týska lakkframleiðaran Spies Hecker í Føroyum, skipar í døgunum 4. og 5. mai fyri praktiskum og teoretiskum skeiði fyri tey sum lakkera bilar og onnur akfør.

Skeiðið, sum verður á lakkeringsverkstaðnum hjá Berg Motors á Hálsi, verður hildið í sambandi við, at Spies Hecker eru komnir á marknaðin við nýggja vatnbaseraða lakkinum Permahyd Hi-TEC 480.


Tað koma fólk frá Baden-Jensen, ið umboða Spies Hecker í Danmark, sum undirvísa á skeiðnum.

Umframt at undirvísa í lakki og lakkering, verður eisini undirvíst í nýtslu av tí sera framkomna elektroniska litmátaranum, sum við at skanna lakkið á bilinum, kann siga neyvt, hvussu lakkið skal blandast, so eingin litmunur sæst, tá bilurin verður latin kundanum. Við hesum lakkmátaranum slepst undan at kenna koduna á lakkinum.


Endamálið við skeiðnum er, at tey sum lakkera við Spies Hecker lakki verða dagførd við tí nýggjasta innan lakkering, soleiðis at tey altíð fáa tey bestu úrslitini við at nýta tey produktini, sum vit selja, sigur Jóhann Rubek Nielsen, leiðari á lakkdeildini hjá Fróða.