Skeið fyri handverkarar í 1974

Í 1974 varð skipað fyri skeiði fyri snikkarar og timburmenn. Skeiðið var fyrst hildið í Vágum og síðan í Neistahúsinum í Havn.

Tað var Handverksmeistarafelagið og Føroya Landsstýri saman við við Tekologisk Institut í Keypmannahavn, ið skipaði fyri hesum endurútbúgvingarskeiði.
Leiðari av skeiðnum var Elmar Svendson, teknikari á Teknologisk Institut.
Á skeiðnum luttóku 18 mans.

Kelda: Myndablaðið Nú 1974