Skeið í filmi við Mariannu Mørkøre

Fyri stuttum vann stuttfilmurin hjá Marionnu Mørkøre og Rannvu Káradóttir eina altjóða virðisløn. Í næstum kemur Marianna Mørkøre til Føroya, har hon fer at halda skeið við heitinum ?Intro til eksperimentellan film?. Um miðan november vann ein føroyskur stuttfilmur, ?Memotekið? eftir Mariannu Mørkøre og Rannvá Káradóttir, virðisløn fyri besta stuttfilm á altjóða filmsfestivalinum Betting on Shorts. Helst er tað fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur hevur vunnið 1.virðisløn í so stórum høpi.

 

Nú verður høvi at fáa innlit í hesa genruna - sum í botn og grund liggur uttanfyri vanligar filmsgenrur, tí Marianna Mørkøre, annar av prísvinnarunum, kemur at halda

skeið í Føroyum.

 

Leygardagin 16. januar skipa Klippfisk og Mess fyri einum spennandi degi við Mariannu Mørkøre, ið kallast ?Intro til eksperimentellan film?.

 

Skrá:

12.00 - 13.15

Upprunin til eksperimentellan film. Brot úr filmum frá fyrst í seinastu øld úr genrum sum t.d. evropeiskum avantgardistum, dadaistum, surrealistum verða víst.

 

Kaffi/Te

 

13.30 - 15.00

Hildið verður á við filmssøguligu menningini við m.a. uppreistrarsinnaðu lettristunum og filmsteoristunum í Sovjetsamveldinum.

 

Ábit.

 

15.20 - 16.00

Dansifilmur sum genra. Dømi um modernaðan eksperimentellan film.

 

 

Kaffi/Te

 

 

16.15 - 18.00

Marianna vísir egnar royndir og framleiðslur. Marianna hevur nógvar royndir innan eksperimentellan film, serliga í samstarv við koreografinum Rannvá Káradóttir.

Verkætlanirnar eru nógvar í tali, m.a. Memotekið, Fragmented Unison, Investigation of a Dog. Marianna er undangongukvinna innan hesa genruna ið, sum áður nevnt, liggur uttanfyri tað, vit vanliga síggja.

 

 

Skeiðið verður hildið í Klippfisk.

 

Tilmelding á klippfisk@klippfisk.fo